Trupuleikin er annar enn bara markanðarprísur, oljuprísur og kursfall.
Hevði annars ætla mær á óiva sera áhugaverda fundin á Tekniska skúla mánakvøldið, men orðsaka av at annað kom uppí og at koyrilíkindini annars vóru vánalig, settist eg aftur.
Trupuleikin er annar enn bara markanðarprísur, oljuprísur og kursfall.
Tað verður munurin millum lønar og fíggjarpolitikkin hjá tí almenna mótvegis orkuni hjá tí privatu vinnuni at veita sínum starvsfólkið kappingarførar treytir, sum kemur at avgera um flakavinnan á landi hevur lív laga.
Tað almenna brúkar nógva ferðir meiri pening pening til lønir og sosialar ágóðar til sítt starvsfólk enn tað privata. Eins og expansivi fíggjarpolitikkurin, við undirskoti á fíggjarlógini, trystir lønirnar í tænastuvinnunum upp.
Vit kunnu siga, at innan almenna sektorin og tænastuvinnurnar hava vit tilstandir, sum líkjast teimum í Danmark og Noregi
Privata vinnan skal hvønn dag kappast við Ísland og Skotland, sum hava munandi lægri lønarlag enn vit. Tá fortreytirnar annars eru tær somu, so mugu starvfólkini í fiskivinnuni á landi renna tað skjótari fyri hvørja krónu tey eru dýrari enn starvsfelagin í Íslandi og Skotlandi. Tað gongur jú ikki í longdini og so gongur tað út yvit kappingarføri.
Ein virkisleiðari segði einaferð, tá vit í fótbólti høvdu spælt javnt móti Skotlandi. At tað var einkið. "Um vit í flakavinnuni ikki vinna minimum 3-0 á Skotlandi hvønn einasta dag, so kunnu vit bara pakka saman".
Óansæð um vit arbeiða í flakavinnuni á landi ella innan almenna tænastu hava vit brúk fyri somu vørum og tænastum. T.v.s. hava krav uppá sama livifót. Men hesum hava arbeiðgevarnir ymiskar fyritreytir fyri at veita okkum. Hetta er ein ónd ringrás sum má komast til lívs so ella so.
Eitt útjavnandi tiltak hevði verið, at víðka skattafrádráttin hjá sjómonnum til eisini at umfata fólkið í fiskivinnuni á landi. Treyta av at víst verður afturhald í lønarkravinum.




