Frímund Hansen skrivar, um hví landið skal halda seg langt burtur frá tilfeingisgjaldi.
Í míni fatan er spurningurin um tilfeingisgjøld, soleiðis sum hann verður útlagdur av landsins fremstu búskaparfrøðingum, ein spurningur sosialismu ella kapitalismu. Ella hvør í samfelagnum tað er sum skal umsita og ella mjólka fólksins ogn? Er tað góðseigarin sum í hesum føri er landi ella fólkavaldi politikarin. Ella skal tað verða bóndin sum í hesum føri er reiðarin, men sum í allarflestu førum er fiski- og arbeiðsmaðurin sjálvur? Eg haldi tann seinni. Tí tað er hann sum hevur vunnið peningin, og hevur víst á gongdu leiðirnar. Men tað eru eisini aðrar grundir til at eg haldi landið skal halda seg langt burtur frá tilfeingisgjaldi.
Ein góður búskapur byggir á nógvar nýíløgur og nógva íverksetan. Uttan íløgur og íverksetan doyr búskapurin.
Allir heimsins boðskapir skríggja eftir nýggjum og fjølbroyttum íleggjarum, og soleiðis er eisini her hjá okkum. Og neyðugt er at tað, at tað eru fleiri træðrir á spæla uppá, tá hugsað verður um íleggjarar.
Trý sløg
Vanliga verður hugsað um trý sløg av íleggjarum. Heilt almennar íløgur, sum verða gjørdar av landi, kommunum, og av kommunalum felagsskapum, so sum her hjá okkum SEV, IRF o.ø.
Hálv privatar íløgur, gjørdar av heil og hálv-almennum grunnum, so sum alment stovnaðum framtaksgrunnum, tryggingarfeløgum v.m.
Og so í triðja lagið, íløgum gjørdum av privatum feløgum og einstaklingum.
Ikki fyrr enn allir tríggir formarnir fyri íleggjarum virka í harmoni við hvønn annan, fáa vit tann rætta dynamikkin í búskapin.
Vit mangla tann privata kapitalistin
Vanliga hava tað bert verið tveir teir fyrru íleggjararnir sum hava staðið fyri teimum størru íløgunum í Føroyum. Meðan tað í minni mun hevur verið tað privata, sum hevur staðið fyri teimum stóru íløgunum. Tann privata vinnan hevur snøgt sagt ongantíð havt orkuna, og ein góður kapitalistur hevur snøgt sagt ongantíð fingið eitt bein til jørðina her heima á klettunum.
Nú er møguleikin
Nú er knappliga møguleiki fyri at skapa nakrar sterkar, reint kapitalistiskar eindir í Føroyum. Tað verið seg privat feløg, familjur og einstaklingar, sum veruliga hava eina peningaliga styrki, til at hugsað øðrvísi, og í øllum førum meiri kreativt í sínum íløgum, enn vit vanliga síggja tað í almennu og hálv almennu framtøkunum. Og soleiðis eigur tað eisini at verða. Vit hava bara mangla hetta beinið í føroyska búskapinum í alt ov langa tíð.
Bert tvey drive
Soleiðis sum eg síggi tað, eru tað í løtuni bert tvey sokallaði drive ið bera øllum føroyska búskapinum. Tað fyrra eru skáalánini frá bankum og peningastovnum. Og hitt er umsetiligheitin í fiski- og aliloyvum.
Framgongdin hevur einki sum helst við førda fíggjarpolitikkin at gera.
Tað fyrra drivið kemur at fána burtur av sær sjálvum, so hvørt skuldin í setahúsa- massanum økist.
Og tað seinna kemur eisini at fána burtur av somu orsøk.
Men her er støðan øðrvísi við tað, at politikararnir og fremstu búskaparfrøðingar landsins, við hondum og fótum, eru í gongd við at steðga hesum, áðrenn full nýtta er fingin burturúr.
Púra óskiljandi, serliga tá tað er útlendskur peningur, ið fíggjar og harvið tekur váðan.
Hendir tað at hetta verður steðgað, uttan at nakað annað kemur í staðin, so skulu vit skjótt síggja fallandi húsaprísir, og tær vanlagnur sum hetta kann at hava við sær.
Ikki stolin peningur
Jú víst eiga vit øll fiskiríkidømi í havinum uttanum okkum. Hetta um tað stendur í lógini ella ikki. Men av praktiskum orsøkum hava vit lætið rættindini til at troyta hetta tilfeingið, til nakar dugnaligar fiskimenn og reiðarar at umsita. Vit kunnu jú ikki øll, hvør í sínum lagi, fara og fiska okkara fisk. Tað letur seg ikki gera. Hetta hevði skapt kaos og einki komið burturúr. Men alt eftir hvussu dugnaligur reiðarin er fáa rættindi hansara virðið. Er hetta so eisini eitt gott og nógv eftirspurt loyvi, ja so er virðið tað størri. Tað sigur seg sjálvt.
Jú, tað er ymiskt við dugnaligheit, millum teir sum hava fingið loyvi tillutað. Hvussu nógvir hava ikki fingið loyvir útskrivað seinastu nógvu árini, sum eru farin aftur í ommu sína? Eitt ótal. Men virðið á loyvum broytist frá tíð til tíð og ímillum sløgini av loyvum. Summi hava til tíðir størri virðið og til aðrar tíðir minni virðið.
Men steðga vit umsetiligheitini, ja so er virði null við tað sama. Tí tá verður jú einki handlað, og eingin peningur í umferð. So einfalt er tað.
Alment ella privat
Í míni verð er spurningurin um tilfeingisgjald, ein spurningur um peningurin skal í landskassan, ella um hann skal verða eftir hjá teimum, sum hava vunnið hann.
Eg haldi at hann liggur nógv betur hjá teimum sum hava vunnið hann.
Og sum áður nevnt, er hetta ein gyltur møguleiki at skapa ein størri dynamikk í føroyska búskapinum.
Leggja vit eitt avgjald á handil við loyvum, ja so minkar umsetiligheitin og harvið viði á loyvunum. Størri avgjaldið er, minni verður virðið.
Og til síðst, haldi eg slettis ikki at peningurin liggur so væl í landskassanum.
Færri av øvundsjúku
Men til sjeynda og síðst, so haldi eg, at hetta kjakið botnar í berari øvundsjúku, um at onkur fær meir.
Men vit vanligu fáa jú ikki minni fyri tað.
Vanligt er, at tá tað regnar á prest, so dryppar á degn. So tað er heldur hinvegin.




