Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Frisørarnir fingu prógv

John William Joensen

Týsdagin 19 apríl fingu hesir frisørlærlingar prógv eftir lokna læritíð.

Frá vinstru: Annika S. Poulsen, ið hevur staði í læru á Frisørstovuni í Gerðum í Klaksvík. Annika er ættað av Saltangará og sum skilst, so kláraði hon seg óvanliga væl  til royndina. Hon hevur eisini verið vælumtókt ímillum ungdómin í Klaksvík, tá talan hevur verið um at fingið hárið gjørt.
Hinar eru, framvegis frá vinstru Eyðbjørg Skaalum, sum hevur stað í læru á Salong Sólva í Vági, Anja S. Madsen, hjá Kvilt Hárfríðkan í Havn, Bjørg S. Jacobsen, hjá Salong Tótu í Havn, Beinta Olsen, hjá Salong Mariu á Argjum og Henny Joensen, sum eisini hevur staði í læru hjá Salong Mariu á Argjum.

Harleyfacadeacryl