Sjónleikurin Frankenstein hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelga má sigast at vera sera væl frágingin, bæði tá hugsað verður um leikarar og leikstjóra.
Tað hevur heppnast teimum í Sjónleikarafelagnum sera væl at seta leikin Frankenstein upp.
Norðlýsið var til frumframførðsluna og slíkar framførðslur eru mangan tvinnaðar saman við feilir og stirvni, men tað kann ikki sigast um hesa.
Hóast Jákup Weyhe, lítillátin sum hann er, sjálvur helt at eitthvørt skuldi justerast, so fingu vit eina sera stuttliga og hendingarríka løtu.
Ongantíð keddi tú teg. Tað hendi nakað alla tíðina á pallinum og tað hendi skjótt. Tú kendi teg til tíðir, sum vart tú beint inni á pallinum, tú tú vitsti ikki hvaðani næsti leikarin fór at trína inn á pallin, tí við hvørt komu teir upp úr gólvinum.
Adelborg Linklett, sum hevði leiklutin sum "burðurin" ella skapningurin hjá Frankenstein er sum altíð tryggur skansi í sjónleiki. Men eg má siga, at mær tikti at Jan Gardar, kom sera væl frá sínum leikluti.
Hóast júst hesin humorin ikki er tað mær dámar allarbest, so hugnaði eg mær óført og leikin eiga øll at síggja, tí pallur leikari og leikur ganga upp í eina eind og har er nógv fyri eyguni og oyruni.




