Í dag kl. 17:30 kemur frítíðarskúlin Sodnhúsið og mentunnarhúsið Atlantis saman við syskinnafrádrátti í dagstovnum, fyri á býráðsfundi
Býráðsskráin hesaferð
Til fundin týsdagin 26. mai eru sjey mál á skrá
Ár 2009, hin 26. mei kl. 17.30 hevur Klaksvíkar Býráð býráðsfund við niðanfyri standandi fundarskrá:
46.
Val av limi og tiltakslimi – N. Røktarheim
Veljast skal ein limur og ein tiltakslimur í stýrið fyri Norðoya Røktarheim. Talan er um tann 6. limin, sum fellur til kommununa vegna samanlegging við Svínoyar kommunu. Sí skriv, dagf. 23.04.09.
47.
09/00165 Nýggj útiverupláss í Klaksvík
Víst verður til áheitanir frá nevndarformonnum, fundarfrágreið-ingar og nevndarviðgerðir av málinum um nýggj útiverupláss í Klaksvík. Á felags fundi á T.U. 01.05.09, har formennirnir í TN, MeN og SoN eisini vóru hjástaddir, varð semja um at fremja økið nr. 1 og 2, nevnd í fundarfrágreiðing dagf. 25.02.09. Sí skriv frá T.U., dagf. 07.05.09. Sum kunnugt, er sera lítið av peningi tøkur til teknisk arbeiðir, og viðførir omanfyri nevnda samtykt, at tað bert verður pláss fyri akuttum arbeiðum afturat í ár og arbeiðum, sum áður eru samtykt at fremja.
Tekniska nevnd tekur undir við skrivi frá T.U., dagf. 07.05.09.
Málið hevur verið til kunningar í Mentanarnevndini.
Sí notat frá umsitingini, dagf. 20.05.09, har staðfest verður, at talan er um eina íløgu, og har mælt verður til flyting av játtanum millum kontur
Fíggjarnevndin tekur undir við Teknisku nevnd 12.05.09 og Mentanarnevndini 13.05.09, og at verkætlanin verður fíggjað sambært notati frá umsitingini, dagf. 20.05.09
48.
09/00219 Systkinaavsláttur
Víst verður til hjáløgdu útrokningar og sigast má, at stórur munur er á tí dýrastu og bíligastu loysnini fyri kommununa – góðar kr. 58.000,-. Sí skriv frá umsitingini, dagf. 07.05.09, har mælt verður til:
1- at funnið verður fram til ein leist, sum ikki er so trupul at umsita. Hetta kann m.a. gerast við at áseta eitt ávíst % tal
2- at ásett verður, nær skipanin skal setast í verk
3- at støða verður tikin til játtanina
Sosiala nevnd er samd um at geva ein systkinaavslátt, sum er:
– 0% fyri dýrasta plássið
– 15% fyri 2. dýrasta plássið
– 15% fyri 3. dýrasta plássið
Nevndin er somuleiðis samd um at játta frá komandi ári:
– 0% fyri dýrasta plássið
– 20% fyri 2. dýrasta plássið
– 20% fyri 3. dýrasta plássið
Fíggjarnevndin tekur undir við Sosialu nevnd 13.05.09, og at skipanin eisini skal fevna um fleiri enn 3 systkin. Nevndin mælir somuleiðis til, at umsitingin av skipanini verður útgreinað nærri, herundir hvussu frádrátturin verður avgreiddur og útgoldin.
49.
09/00162 Byggioyvi til ídnaðarbygning matr. nr. 163p – víðkan av leiguøki
Býráðið hevur á fundi 19. juni 2008 játtað prinsippielt byggiloyvi til nýggjan bygning á matr. nr. 163p. Nýggi bygningurin rúmast ikki á verandi leiguøki, sum tí má víðkast samsvarandi nýbyggingini. T.U. mælir tí til, at matr. nr. 163p verður víðkað sambært hjáløgdum korti, dagf. 07.05.09.
Havna- og Vinnunevndin tekur undir við tilmæli frá T.U., dagf. 07.05.09.
50.
Víðkan av byggiloyvi – vindfang – matr. nr. 163p
Søkt verður um loyvi til broyting av nýggja bygninginum, prinsipployvi er givið til sjálvan bygningin á býráðsfundi 19.06.08. Broytingin umfatar eina inngongd í norðara endanum á bygninginum, umleið 45 m2, sum er ætlaður til trappu millum hæddirnar og lyftu. Tekn. Ums. mælir til at geva loyvi.
Havna- og Vinnunevndin tekur undir við tilmæli frá T.U., dagf. 30.04.09.
51.
09/00166 Endurskoðan av fíggjarætlanini 2009
Fíggjarnevndin beinir málið í Býráðið til seinnu samtykt.
Í skrivi, dagf. 18. mei 2009, ynskir býráðsminnilutin at fáa málini um sparingar 2009, Frítíðarskúlin Sornhúsið og Mentan-arhúsið Atlantis, á skránna til býráðsfundin 26. mei 2009. Síðani hesi málini vórðu viðgjørd á býráðsfundi 29. apríl 2009 eru nýggir upplýsingar komnir fram í hesum málum.
Í tíðindaskrivi, dagf. 18. mei 2009, boðar býráðsmeirilutin frá, at hann tekur undir við einum uppskoti um broyttar sparingar innan barnaansingina, sum Sjálvsognarstovnurin Mylnuhúsið er komin við eftir samskifti við sosialunevndarforkvinnuna og býráðsleiðsluna. Nevnda uppskot, dagf. 16. mei 2009, ger tað møguligt at spara somu upphæddir, sum tær av býráðnum samtyktu, uttan tó at frítíðarskúlin verður fluttur.
52.
Ársroknskapur fyri 2008 – Svínoyar Kommuna
Fíggjarnevndin mælir býráðnum til at góðkenna grannskoðaða ársroknskapin fyri árið 2008 hjá Svínoyar Kommunu.




