Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Frítíðarundirvísingin, Kvøldskúlin og Handarbeiðsskúlin

Oliver Joensen

Áhugin er á hædd við undanfarin ár, men møguliga verður okkurt strikað vegna læraratrot.

Vit hava fregnast, hvussu áhugin er fyri tilboðunum hjá Frítíðarundirvísingini, Kvøldskúlanum, sum byrja skal av álvara í komandi viku, og Føroya Handarbeiðsskúla, sum byrjaði fyri góðum mánaði síðani. Líkt er til, at gongdin viðvíkjandi tilmeldingini er á leið tað sama sum seinastu árini. Tað vísir seg hvørt ár eitt sindur tregt at koma í gongd, men flestu tilmeldingarnar koma í seinastu løtu.

Tað plagar at vera so, at pláss eru eftir til nøkur av tilboðunum, tá byrjað verður, og tað plaga vit so at gera vart við fyri at fáa allar bólkarnar mannaðar, so byrjast kann eitt sindur seinni. So vítt vit vita, eru eitt nú í kvøldskúlanum nøkur pláss eftir í bólkunum :

Motiónsfimleikur fyri kvinnur og aerobic fyri yngri kvinnur /gentur, føroysk rættskriving og føroyskt fyri útlendingar, træsmíð og trædreying, dans (fólka-og enskan) og ætlaða manskórið í Klaksvík. Vónandi verða hesir bólkar við, tá byrjað verður.

Viðvíkjandi Føroya Handarbeiðsskúla eru flestu skeiðini mannað, men í flestu førum eru kortini pláss eftir, av tí at nýggju hølini er væl rúmligari enn vanligt hevur verið árini frammanundan. Lærararnir vænta tó at tilgongdin verður ikki lakari enn í fjør

Í onkrum føri hevur tað víst seg ikki at vera lætt at finna lærarar til allar lærugreinarnar. Eitt nú hava vit sóknast eftir fólki at standa fyri Aerobic fyri gentur/kvinnur, sum hevur verið vælumtókt ítriv seinastu mongu vetrarnar, men enn uttan úrslit. Tí er líkt til, at hetta tilboð verður strikað úr skránni. Møguliga verður okkurt annað boðið út í staðin. Støða verður tikin til hetta í komandi viku, sigur leiðarin fyri frítíðarundirvísingini, Eigil Hentze, í stuttari samrøðu.

Lýsingartilboðini fyri báðar skúlar síggjast annars eisini á heimasíðuni www.Klaksvik.fo