Á Føroya sjómannadag hevur tað verið hildið fast um, at manningin á træskipinum, ið hevur longsta veg til Klaksvíkar, skal reisa Merkið í húnar hátt leygardagin á Føroya Sjómannadagi ímeðan tjóðsangurin verður sungin.
Í ár fall so hesin luturin á Thorshavn og skiparan Frits Strøm. Árini frammanundan hevur Johanna átt hendan lutin, men skipið var ikki við á Føroya Sjómannadegi í ár, so Thorshavn tók ábyrgdina á seg. – Stóra tøkk eiga teir fyri tað.


























