Fróði sigur við Norðlýsið, at spælir hann í 2014, so er størst møguleiki fyri, at tað verður í HB.
Fróði sigur við Norðlýsið, at spælir hann í 2014, so er størst møguleiki fyri, at tað verður í HB.
Leygarkvøldið kom fram á HB ársveitsluni, at Fróði Benjaminsen gavst í HB. Finnbogi Arge boðaði alment frá hesum eins og HB heimasíðan hevur lagt út, ið eisini kann lesast HER.
Verður verandi í HB
Men nú váttar Fróði Benjaminsen fyri nordlysid.fo, at ein misskiljing er komin í og at tað als ikki er vist, at samstarvið millum HB og Fróða er liðugt. Kanska heldur hinvegin.
– Tað kom nokk eitt sindur óvæntað á fólk, at samstarvið millum meg og HB steðgaði. Eg veit ikki, hvat og hvussu, men hetta er nokk mest ein misskiljing. Tað er einki ringt millum meg og HB, og eg havi framvegis samband við HB. Tað er eingin loyna, at mær hevur dámað væl at spælt í HB, og eri sera væl móttikin har. Eisini havi eg merkt ein øgiligan uppbakning og eina vælvild, síðani hasi boðini komu fram á HB veitsluni, har eg bara hava fingið góð ynskir óansæð, hvat eg velji. Og tað vigar tungt, tá eg skal velja felag at spæla fyri í 2014. Og júst um eg spæli, tað er stóri spurningurin, sum eg nú skal taka støðu til. Man er altíð troyttur, tá árið er liðugt, so nú fáa vit at síggja, sigur Fróði Benjaminsen og váttar, at spælir hann í 2014, so er HB mest upplagda liðið.
Skulu vit lesa millum linjurnar, so tykist tað meira sannlíkt at 35 ára gamli Fróði eisini spælir í 2014 enn nakað annað. Og tað verður sum sagt helst eisini HB, ið fær gleðina av at hava roynda miðvalla leikaran, ið Norðlýsið í seinastu viku valdi til ársins leikara í 2013.




