Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fróði Benjaminsen hevur ikki tikið støðu til 2017

Jákup Ósá

Men Víkingur og NSÍ eru kanska meira uppløgd enn HB, nú hann hevur flutt bústað.

Men Víkingur og NSÍ eru kanska meira uppløgd enn HB, nú hann hevur flutt bústað.

Fróði Benjaminsen sá út til at hava takkað fyri seg eftir kappingarárið í 2015. Fyrst og fremst vegna ein skaða. Men hann kom væl fyri seg eftir skaðan og hvat skaðum viðvíkur, so var kappingarárið í 2016 gott.

– Eg havi faktiskt slettis einki merkt til nakran skaða hetta árið, so í tann mátan var tað fínt, sigur Fróði Benjaminsen.

Hann sigur víðari, at hann er fluttur til Strendur at búgva, men hann dugir ikki at siga, um tað letur upp fyri at spæla við t.d. Víkingi ella NSÍ í Eysturoynni.

– Eg veit ikki, um eg spæli næsta ár. Í løtuni er hugurin kanska ikki so góður, men tá kappingin nærkast, so plagar hann at koma aftur. Eg verið tó undir øllum umstøðum burturstaddur í tríggjar mánaðir komandi ár, apríl, mai og juni. Men eg vænti tað gongur ein tíð áðrenn eg taki eina avgerð um 2017, sigur Fróði Benjaminsen. Hann vil hvørki lata upp ella aftur fyri møguleikanum at hann kanska skiftur HB út við eitt eysturoyarlið, sum liggur nærri við bústaðnum á Strondum.