Sum Norðlýsið visti at siga í gjár, so fór Fróði Benjaminsen helst at leingja við HB og í dag váttar HB, at sáttmáli nú er undirskrivaður.
Fróði segði í samrøðu við Norðlýsið í gjár, at hann mest sannlikt fór at spæla við HB í 2014, hóast útmeldingina leygarkvøldið á HB veitsluni um, at hann skuldi gevast í HB. Talan er um ein 1 ára sáttmála hjá HB liðskiparanum.




