Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Froja & Sarah við nýggjum sjónbandalag

Danial Viðoy

Froja og Sarah hava júst útgivið sjónbandalag til sangin “Venner” á teirra Youtube kanal. Sjónbandalagið er upptikið í Føroyum í summar.

Froja og Sarah hava júst útgivið sjónbandalag til sangin “Venner” á teirra Youtube kanal. Sjónbandalagið er upptikið í Føroyum í summar.

Tað skrivar ein av “umboðsmonnum” teirra, pápi Fríðu, til miðlarnar.

Genturnar hava sjálvar skrivað sangin, upptøkurnar eru gjørdar í Medley Studios.

Sangurin Venner, og ein karaoke útgáva, verður tøkur á øllum streaming tænastum (td. iTunes, Spotify, Tidal) í komandi døgum.

Froja og Sarah spældu á Summarfestivalinum í summar og vóru ómetaliga væl móttiknar. Í seinasta Strok barnablaðnum var grein um genturnar, umframt ein stórsligin plakat.

Genturnar eru í hesum døgum í upptøkuhølunum og taka upp ein nýggjan jólasang, ið væntandi verður útgivin miðjan november.

Sosialu miðlar:

https://www.instagram.com/froja_og_sarah_mgp_2016/

https://www.facebook.com/Froja-Sarah-MGP-2016-137924936564602/

Harleyfacadeacryl