Eftir at Jørgen Niclasen & co. seinastu 4 árini hevði betrað rakstarúrslitið hjá landskassanum við 450 mió kr., so hevur reyða samgongan longu fyrsta árið gjørt rakstarúrslitið 130 mió kr verri.
Eftir at Jørgen Niclasen & co. seinastu 4 árini hevði betrað rakstarúrslitið hjá landskassanum við 450 mió kr., so hevur reyða samgongan longu fyrsta árið gjørt rakstarúrslitið 130 mió kr verri.
Hetta kemur fram í álitinum frá Fíggjarnevndini í uppskotinum um játtanarkarmar.
Eftir at hall var vent til eitt rakstraravlop upp á 342 mió kr í 2015, so er rakstarúrslitið fyri 2016 longu tødnað til 210 mió kr.
Í álitinum til játtanarkarmar skriva andstøðuumboðini í Fíggjarnevndini, Bárður Nielsen, Jacob Vestergaard og Bill Justinussen m.a.:
”Tá ABDH-samgongan tók við í 2011, var landskassans úrslit (løgur og rentur ikki íroknaðar) hall á 107 mió. kr. Eftir 4 árum megnaði ABDH-samgongan sostatt at betra um úrslit landskassans við 450 mió. kr.
Tað harmar minnilutan at staðfesta, at eftir ongari tíð hevur sitandi samgonga megnað at versna um góðu gongdina fyri landskassan.
Niðanfyri vísta talva vísir, at sitandi samgonga við fíggjarlógini fyri 2016 týðiliga ger seg inn á vøksturin í landskassans primera úrsliti.
Nýggja CEF-samgongan er komin til skorin klæðir. Hóast sitandi samgonga í andstøðu farnu 4 árini upp í saman hevur júkað um vanstýring, økta almenna skuld og versnandi haldføri í búskapinum, vísa tølini, at lítið hald er í ákærunum,” skriva Bárður Nielsen, Jacob Vestergaard og Bill Justinussen í álitinum til Játtanarkarmarnar.




