Norðlýsið hevur fingið nógvar uppringingar ídag og í kvøld frá ábyrgdarfólkum úr lokafeløgum úr ymsum flokkum, ábyrgdarfólk sum kenna seg frustreraði.
Sum skilst, so hevur ídag verið nógvur aktivitetur á politiska frontinum hjá teim ymsu lokalfeløgunum. Fólk kenna seg øðrkymlaði, tí ongin veit hvussu skal farast fram við uppstilling ella um nøkur uppstilling skal gerast yvirhøvur.
Úr Súðuroy segði onkur okkum at faxini gingu heit og av Sandi var sagt at í hvussu so er ein uppstillingarfundur er avlýstur.
Ein av lokalformonnunum nevndi, at um lokalfelagið hjá teimum skuldi hava nakran møguleika at fáa eitt fólk á ting, so var kanska best bara at stilla eitt valevni upp. Annað ábyrgdarfólk helt, at einasti møguleikin hjá útjaðaranum at fáa ávirkan, var at stovna nýggjan flokk við tí sikti at tekkjast teim 60 prosentunum uttanfyri Havnina.
Tit vita jú, at taka vit samband/loysing burturúr føroyskum politikki, so er ikki longrið ímillum restina av stevnuskráunum hjá flokkunum enn at vit saktans kunnu finna eina loysn.
Tað vit nú síggja, kann tí skjótt gerast endin á partapolitisku skipanini sum vit hava kent hana higartil.
Nú er opið hús hjá ymsum áhugabólkum at stovna egnan flokk.




