Í tíðindaskrivi frá FSV verður boða frá at Rúni Elttør komandi ár skal leika við felagsliðnum
Tíðindaskriv:
Kappingarárið 2005 er farið afturum, og fyrireikingarnar til kappingarárið 2006 eru í flestu feløgum komnar væl áleiðis.
Fyri FS var kappingarárið 2005 ein nýggj byrjan og hóast ætlanin sjálvandi var at enda ovast í deildini, er nevndin nøgd við samlaða avrikið, sum gjørdist eitt triðjapláss. Tað, metir nevndin, er ein góð byrjan upp á eina nýggja tilveru, og eitt gott útgangsstøði til komandi árini.
Tað er eingin loyna, at málið hjá FS er at flyta upp í bestu deildina og vera verðandi har. Tí er greiða málið fyri næsta kappingarár, at besta lið felagsins skal enda ovast í aðru deild.
Fyri at røkka hesum málsetningi arbeiðir felagið við at styrkja um hópin. Greitt er, at flest allir leikarar sum leiktu við felagnum í fjør halda fram, og mikukvøldið gjørdist greitt, at Rúni Elttør eisini fer at leika við FS kappingarárið 2006. Hetta gjørdist greitt, tá partarnir skrivaðu undir avtalu fyri næsta kappingarár.
Rúni Elttør hevur drúgvar royndir úr bestu deildini. Hann hevur spælt nógv bæði við KÍ, B36 og ÍF og kann bæði brúkast í verjuni og á miðvøllinum. Við honum í hópinum metir felagið seg betur brynjað til at fara í holt við nýggja kappingarárið.
Umframt Rúna verður arbeitt við at fáa aðrar leikarar til felagið. Enn eru ikki allar avtalur hesum viðvíkjandi fingnar upp á pláss, og tí verður meir at frætta um hetta seinni.
Umframt leikararnar er eisini greitt, at venjarin frá seinasta kappingarári, Bill McLeod Jacobsen sum nevnd og leigarar í FS Vágum hava verið sera fegin um at samstarva við, heldur fram næsta kappingarár. Partarnir hava gjørt nýggja avtalu, sum eins og tann gamla er galdandi fyri eitt ár.
Við ítróttarkvøðu
FS Vágar




