Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FSF hevur økt stuðulin til feløgini munandi

John William Joensen

Forsetin í FSF, Christian F. Andreasen, sigur í viðmerking til Norðlýsið í kvøld at stuðulin sum FSF letur til feløgini er øktur munandi seinnu árini, og er hetta eisini bókað yvir raksturin. Útreiðslur til dómarar (1 mill kr. árliga) er eitt dømi um øktan stuðul til feløgini. Hettar var annars ein útreiðsla sum feløgini upprunaliga rindaðu, men sum FSF hevur átikið sær at gjalda.

Forsetin í FSF, Christian F. Andreasen, sigur í viðmerking til Norðlýsið í kvøld at stuðulin sum FSF letur til feløgini er øktur munandi seinnu árini, og er hetta eisini bókað yvir raksturin. Útreiðslur til dómarar (1 mill kr. árliga) er eitt dømi um øktan stuðul til feløgini. Hettar var annars ein útreiðsla sum feløgini upprunaliga rindaðu, men sum FSF hevur átikið sær at gjalda.

– Vit hava økt um stuðulin til feløgini í samband við stjórnufótbólt og sonevndu MAFF-stuðulin er eisini øktur. Av okkara samlaða inntøkugrundarlagi rindar FSF í dag stuðul til feløgini, sum samanlagt liggur omanfyri 5,2 mill kr. bruttu – um árið. Herfrá skal frátrekkjast endurrindanin frá UEFA viðv. ungdóms- og menningarpeninginum, sum liggur um 1,7 mill. kr. árliga. Vit hava eisini økt okkara innsats í ungdómsmenningini munandi, vit hava landsliðssamlingar innan ungdómin sum vit ongantíð hava havt fyrr.

Viðvíkjandi tekniskum stjóra v.m. er eisini talan um útreiðslur, sum vit eisini fáa endurgoldið frá UEFA.

– Tað ber tí yvirhøvur ikki til at seta roknskapartølini upp sum Norðlysið ger. Skal uppstillingin geva nakra meining má ein eisini taka økingina av inntøkunum við, og so eisini vøksturin í okkara virksemi. Bara kvinnulandsliðið kostar FSF í dag einar 2 mill. kr. í árliga.

FSF ment seg sera nógv

– Eg kann nevna at munurin á FSF í dag og bert fyri fáum árum síðan er:

– At raksturin hongur saman, gevur yvirskot (tað er samsvar millum inntøkur og útreiðlsur).

– At felagið í dag onga skuld hevur (í 2010 hevði felagið ein ódekkaðan gjaldsføristørv uppá 8 mill. kr.)

– At felagið seinastu 4 árini hevur framt íløgur uppá einar 70 mill. kr.

– At felagið hevur økt um sítt inntøkugrundarlag

– At stuðulin til feløgini er øktur munandi.

– FSF skal sum so ikki hava vinning, men FSF skal á skynsaman hátt at nýta inntøkurnar (sum vit fáa frá UEFA og FIFA) a bestan hátt, alt til tess at menna føroyskan fótbólt.

– Sum sag fáa feløgini í dag ein stuðul á uml. 5,2 mió kr., dómaraútreiðslurnar eru góðar 800.000 kr., kvinnulandsliðið liggur uml. 2 mió. kr., – nevnast kann, at í 2004 var tað góðar 100.000 kr. og FIFA rindar fyri Tekniska Stjóran, – ella rættari sagt, FSF fær ikki USD 250.000 frá FIFA, um Tekniskur Stjóri ikki var ansettur, sigur FSF forsetin í svarið til Norðlýsið í kvøld.

LES EISINI: 

FSF BRÚKAR 14,4 MIÓ. TIL FYRISITING OG STARVSFÓLKAKOSTNAÐ

VIRGAR: ALTJÓÐA FÓTBÓLTUR KREVUR SERA NÓGV FYRISITINGARLIGA

HB FORMAÐURIN: FÓTBÓLTUR ER INNTØKA FYRI FØROYSKA SAMFELAGIÐ

GYLTA MÁLIÐ HJÁ TORKIL NIELSEN Í LANDSKRONA