Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FSF kom illað frá atgongumerkjasøluni

Jákup Ósá

Tað bleiv eitt sjálvmál av teimum heilt stóru, tá atgongumerkjasølan hjá FSF viðførdi, at fleiri áskoðarar, sum ynsktu at síggja landsdystin móti Finnlandi, fóru til hús. 

Trupulleikin var, at boð komu frá Fast í Gundadali, sum seldi atgongumerkir, at tað var útselt til landsdystin. Samstundis var bíðirøðin sera long. Hetta gjørdi, at fleiri fólk fóru til hús, meðan summi komu til dyst um miðjan hálvleik, tá Fæst aftur hevði fingið atgongumerkir vegna eina misskiljing hjá FSF. At áskoðarar ikki taka støðu til, um teir fara til dyst fyrr enn á dystardegnum er púra vanligt, tá talan er um dystir, sum ikki blíva útseldir. Hesir áskoðarar hava uppiborið betri tænastu enn at blíva koyrdir í eina langa bíðirøð á einari sølustøð, sum eisini selir nógv annað.
FSF hevur eisini verið í miðlunum fyri aðrar minni hepnar hendingar seinastu tíðina. M.a. noktaði FSF Norðlýsinum at fáa atgongd til at vísa ein dyst í Effodeildini, tí at hetta kundi elva til óheppið kjak. Hetta kundi FSF, tí KVF ikki vísti frá hesum umfarinum og tískil var eingin trygd fyri, at nakar hyggjarar slapp at síggja mest umtalaðu hendingarnar. Og tað var eisini tað, sum hendi. Les meir her.
Miðlarnir KVF, In.fo og Hvannrok.fo hava allir viðgjørt FSF sjálvmálið viðvíkjandi atgongumerkjasøluni. Innslagið í KVF var tað fyrsta í Degi og Viku og kann síggjast HER