Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FSF starvsnevndin óbroytt

Jákup Ósá

Christian Andreasen heldur fram sum forseti, meðan Fríðin Ziskson, Jákup Martin Joensen og Róin Schrøter eisini halda fram.

Christian Andreasen heldur fram sum forseti, meðan Fríðin Ziskson, Jákup Martin Joensen og Róin Schrøter eisini halda fram.

Stórur uppbakningur og góður friður tykist vera í FSF í hesum døgum. Í øllum førum um ein skal brúka nevndarvalið 23. februar sum barometur. Forsetin og tríggir starvsnevndarlimir stóðu fyri vali, men tá freistin var úti at stilla mótvalevnir upp, var einki mótvalevnið uppstillað. Hinvegin høvdu øll 21 limafeløgini í FSF stillað teir somu fýra mennirnar uppaftur. 

Tað merkir, at Christian Andreasen, forseti, Róin Schrøter, varaforseti, Jákup Martin Joensen og Fríðin Ziskason halda allir fram tey næstu fýra árini, veit FSF heimasíðan at siga.