Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FSF tikið skilagóða avgerð

Jákup Ósá

Kappingarnevndin hevur samtykt at broytt regluna hjá U18, har gult kort áður hevur givið útvísing í 10 min.

Kappingarnevndin hevur samtykt at broytt regluna hjá U18, har gult kort áður hevur givið útvísing í 10 min.

Hetta er ein skilagóð avgerð, tí stór ónøgd hevur verið um regluna. Norðlýsið varpaði ljós á málið í vetur og har vísti tað seg, at nærum allir venjararnir í U18 kappingini í fjør vóru sera misnøgdir við skipanina. Hetta hava vit eisini sæð í fleiri dystum, at reglan hevur havt óhepna ávirkan á dystir.

Fsf.fo skrivar soleiðis um broytingarnar í kappingareglunum í ár:

Í høvuðsheitum eru hesar broytingar framdar:

– Nú er undantaksregla til aldursmark sett inn í§2.

– Seinasti dagur hjá leikarum í yngru deildunum at skifta felag, er broytt frá 10. august til 31. august í kappingarárinum.

– Serreglan viðvíkjandi gulu kortunum í Dreingir U18 er strikað. Tað vil siga, at skipanin við gulum kortum í Dreingir U18, er eins og ásett í Kappingarreglum fyri fótbólt..

Omanfyri nevndu broytingar vórðu samtyktar í Kappingarnevndini hjá Fótbóltssambandi Føroya 5. mars 2013, og koma hesir broytingar í gildi beinanvegin.