Fuglafjarðar býráð samtykti einmælt á býráðsfundi í gjár at taka undir við uppskotinum frá Map arkitektum um at byggja nýggjan barnaskúla.
Fuglafjarðar býráð samtykti einmælt á býráðsfundi í gjár at taka undir við uppskotinum frá Map arkitektum um at byggja nýggjan barnaskúla.
”Skúlin skal vera ein snúningsás í býnum og nærumhvørvinum, sum stuðlar undir við góðum kørmum fyri okkara týdningarmesta tilfeingi, skúlaungdóminum, ið kemur at mynda okkara framtíð,” sigur kommunan í tíðindaskrivi.
Meir en ein skúli
Fuglafjarðar býráð ætlar, at skúlin skal vera meir enn ein vanligur skúli, og skal vera opin frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi. Skúlin skal vera mentanardepil til frama fyri alla bygdina og fer at rúma musikkskúla, kvøldskúla, bókasavn, felagshøll o.a.
“Umframt at leggja herðslu á tónleik og list, verða náttúrulærugreinarnar innrættaðar á ein nýggjan og kveikjandi hátt, har dentur verður lagdur á læring við royndum,” stendur í tíðindaskrivinum.
Arkitektonisk hugmynd
Ætlanin er, at ein tilbygningur í nýggja skúlanum skal trýna fram í heildarmyndini við einum sermerktum skjøldri, sum hevur íblástur úr gamla skúlabygninginum frá 1936, sum arkitekturin Hofgaard teknaði.
”Bygningurin varð skipaður symmetriskt og miðskeiðis upp úr takinum, stóð eitt spír. Spírið hvarv í 1959 tá takið varð reist,” verður sagt í tíðindaskrivinum.
“Nú verða síðstu restirnar av bygninginum tiknar burtur. Tó er tað okkara vón, at tað eydnast okkum, við nýggjari tulking at endurskapa sama sermerkta snið. At nýggi skúlin fer at halda lív í minninum, um hin einaferð so tignarliga skúlan” siga Map arkitektar um arkitektonisku hugmyndina.
Skúlin verður 3.350 fermetrar, umframt 220 fermetrar í verandi skúla sum verður umbygdur.
Mett verður at skúlin fer at kosta 96 mió. krónur.




