Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fuglafjørður: Teir byggja í Fuglafirði

John D. Olsen

Kommunan ger útstykkingar í Bakkageilini og er í løtuni eisini við at ognartaka jørð í Stovugerði, har eini 12 útstykkingar verða gjørdar.

60 standa á bíðilistanum til grundstykkir í Fuglafirði og arbeiðir kommunan við at fáa til vega grundøki fyri at nøkta tørvin.







Av teimum, sum eru á bíðilistanum eru óivað nøkur, ið ikki hava bráðfeingis tørv á byggiøki, men hava ætlanir um at byggja um tvey ella trý ár. Afturat hesum, koma tey, sum keypa privat ella sjálvi hava jørð. Borgarstjórin, Sigurð Simonsen, heldur at hesi síðst nevndu eru nærum líka nógv í tali, sum tey sum fáa økið tilluta frá kommununi.







Útstykkingar



Í løtuni verða fleiri útstykkingar gjørdar í Fuglafirði. 5 útstykkingar verða gjørdar í Bakkageilini, sum er framhald av Bjarnavegi, har kommmunan fyri stuttum útstykkjað 10 grundstykki. Afturat hesum útstykkingunum arbeiðir kommunan við eini ognartøku í Stovugerði. Eftir ætlan verða umleið eini 12 grundstykkir útstykkjað har tá ognartøku málið er fingið uppá pláss.







Á Kambsdali eru átta grundstykki útstykkjað fyri stuttum. Av teimum eru fimm longu seld og eru trý hús í gerð. Í løtuni verður eisini fyrireikandi arbeiði gjørt við at fara í gongd við at gera 17 raðhús á Kambsdali, men enn eru fyrireikingarnar ikki heilt lidnar.







Hugurin at byggja í Fuglafirði er størri enn á Kambsdali, heldur Sigurð Simonsen.



“Tey flestu ynskja at seta búgv í Fuglafirði, men tað eru altíð nøkur, sum heldur vilja seta búgv á Kambsdali, tí tey vilja sleppa frá trappum ella av øðrum orsøkum. Á Kambsdali er slætt og kunnu húsini tí byggjast soleiðis at koyrast kann beinleiðis inní túnið ella til inngongdina” sigur Sigurð Simonsen.







Kostnaður



Eingin munur er á prísinum á stykkjunum á Kambsdali og í Fuglafirði. Fuglafjarðar kommuna hevur havt ein fastan prís tey seinastu árini sum er 90 kr. pr. m2. Men kommunan hugsar um at hækka prísin, soleiðis at hann liggur ájavnt við hvat aðrar kommunur taka.



“Eitt 500 m2 stórt grundstykki í Fuglafjarðar Kommunu kostar umleið 45.000 kr. Harafturat kemur kostnaður til klárgerðing og vanliga liggur tað um 65.000 kr., so at prísurin fyri eitt byggiklárt stykki liggur um 110.000” greiðir borgarstjórin í Fuglafirði frá.

Harleyfacadeacryl