Fuglafrøðifelagið hevði aðalfund tann 11. mars 2007.
Nevndin varð sitandi, men hevur skipað seg soleiðis: Janus Hansen, form., Leif Petersen, næstform., Hildur Nielsen, skrivari, Andrea Midjord og Kári Davidsen. Tiltakslimir eru Sólveig Sørensen og Svend Justinussen.
Fuglafrøðifelagið fer, eins og undanfarin ár, at skipa fyri regluligum gongutúrum og at arbeiða fyri at verja okkara fuglalív. Ætlanin er at halda regluligar fyrilestrar og skipa fyri frálæru í, hvørji fuglasløg eru her, og hvussu ein kann kenna tey.
Felagið fer framyvir at mótmæla tiltøkum, sum kunnu skaða okkara fuglalív. Hetta varð gjørt, eitt nú, tá ið skotið varð upp, at loyvi skuldi gevast til at skjóta grágás. Tann ætlanin varð av ongum. Verri gekst felagnum í málinum um stuttleikaskjóting inni á Sandvíkum. Felagið gjørdi sítt til at mótarbeiða hesi ætlan, men mótmælini vunnu ikki frama. Og felagið stúrur fyri tí degi í maimánaði, tá ið ternurnar koma aftur inn á Sandvíkar og verða heilsaðar vælkomnar við byrsuskotum.
Fuglafrøðifelagið er landsfelag fyri fólk, ið hevur áhuga fyri fugli og fyri vernd av fugli.
Nevndin




