Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Full ferð á fótbóltin aftur

John William Joensen

Hesa vikuna er øll ungdómsvenjingin í KÍ byrjað aftur eftir summarsteðg, og dystir verða aftur longu um vikuskiftið

Seinasta mánaðin hava nógv av teimum yngstu fótbóltsliðunum hjá Kí havt summarfrí. Summi lið hava vant nógv í summar, meðan onnur hava hildið frí.
Um eina viku byrjar fólkaskúlin aftur, og nú er eisini full ferð á fótbóltinum aftur.
Hesa vikuna venja øll tey yngstu liðini sum vanligt, og um vikuskiftið verða fyrstu dystirnir og kappingarnar eftir summarsteðgin.
Fótbóltskappingarnar halda fram næsta mánaðin. Tey yngstu gevast at spæla tan 16. september, meðan onkur at teimum eldru ungdómsliðunum spæla allan september mánað á tamb.
Sera nógv børn hava spælt fótbólt higartil í ár, og KÍ vónar at síggja øll (og kanska fleiri) aftur á vøllinum næstu vikurnar.