Full Power er vælumtókt í Klaksvík. Áhugin er stórur millum norðoyingar sum heild. Bæði Snapchat og Facebook vísa dag og dagliga, at Full Power er tað besta í verðini. Men nær og hvussu byrjaði Full Power, hvørji eru framtíðarútlitini, ella er tað bara eitt upplop? – Norðlýsið hevur prátað við Svein Rógva Nielsen Ljósstein, upphavsmann handan Full Power.
Full Power er vælumtókt í Klaksvík. Áhugin er stórur millum norðoyingar sum heild. Bæði Snapchat og Facebook vísa dag og dagliga, at Full Power er tað besta í verðini. Men nær og hvussu byrjaði Full Power, hvørji eru framtíðarútlitini, ella er tað bara eitt upplop? – Norðlýsið hevur prátað við Svein Rógva Nielsen Ljósstein, upphavsmann handan Full Power.
Danial Viðoy
Í vikuni fekk undirritaði orðið á Svein Rógva. Hann metir at framtíðarútlitini fyri framhaldandi Full Power eru góð. – Hvussu kann tað vera eitt upplop, tá ið tað longu hevur virkað í tvey og eitt hálvt ár? sigur hann spyrjandi.
Íblásturin kom úr Noregi
Full Power byrjaði í Klaksvík fyri skjótt trimum árum síðani. Svein Rógvi minnist ikki reiðiliga, men skjýtur upp á, at tað hevur virkað í 2 og ½ ár.
Íblásturin kom úr Noregi, tá ið Svein Rógvi var hondbóltsvenjari har. – Eg hugsaði í fyrstu syftu, at tað mátti vera eitt annað alternativ til eitt vanligt fitness-sentur í Føroyum. Eg var í Noregi í eitt ár sum hondbóltsvenjari, og var so í einum sentri har, sum kallaðist MaxPuls. Har vóru ongar maskinur, men hóast tað, vóru fólk púra vill í hesum. – Tá hugsaði eg líka sum, at hetta er ”sku’ akkurát tað”, greiðir Svein Rógvi frá við síni havnadialekt. Síðani fóru fyrireikingarnar í gongd við tað, sum vit í dag kenna til Full Power.
Endamálið er stuttleiki og rørsla samstundis
Svein Rógvi Nielsen Ljósstein hevur ment seg á Full Power økinum. – Eg havi verið á nøkrum viðkomandi skeiðum. Skeið, sum leggja upp til íblástur og motivatión.
Full Power leggur nógvan dent á motivatión. Og tað verður íðka saman við øðrum, samstundis sum tað skal vera stuttligt.
– Endamálið er at hava tað stuttligt ímeðan venjingin er. Eydnast tað, ja so gerst úrtøkan eisini góð. Ójavnt er, hvat úrslitið verður; íðkarin kann tapa seg, kann bara hava tað stuttligt og annars njóta sosialu samveruna, fortelur Svein Rógvi í telefonini yvir um hav.
Ein stigvís framgongd
Full Power hevur verið í skjótt trý ár. Allatíðina hevur verið ein nokkso jøvn tilgongd av fólkið. Full Power er møguliga komið í eina fasta legu. Hvussu ber tað til, spyrja vit Svein Rógva:
– Tað mann fyrst og fremst vera tí, at fólk dáma tað; at venjingin gevur nakað og at íðkararnir dáma sovorðið slag av venjing. Hetta slagið av venjing leggur upp til, at tú ikki venur einsamallur. Tað eru einans venjingar í toymum, sigur Svein Rógvi.
Svein Rógvi sigur eisini, at hetta er øðrvísi ímun til eitt vanligt fitness-sentur: – Tað eru nógv fólk, ið als einki fáa burturúr, at fara einsamøll í fitness. Tey kunnu ganga har í fleiri ár uttan nakra broyting/menning av nøkrum slag. Men Full Power gevur nakað heilt annað. Tú ert m.a. saman við fólki, sum tú kennir, saman við fólki, sum tú kanska ongantíð hevur prátað við ella sæð fyrr og kemur at kenna hesi. Tað gerst júst sum við t.d. einum hondbóltsliði. Fólk gerast góð við hvønnannan, og geva hvørjum øðrum gætur. Vit kunnu siga, at vit sparka hvønn annan í ”reyvina”. Sparka hvønnannan í gongd, fortelur Svein Rógvi.
Nógv tíð og nógv fólk krevja sítt
Tað eru nógv fólk, ið ganga til Full Power. Tað er eitt sindur ivasamt, hvussu nógv fólk talan er um. Tað broytist nógv. Tað eru sum oftast fýra tímar av Full Power um dagin. Áðrenn og eftir arbeiðs- ella skúlatíð. Til hvønn tíma eru á leið 20 fólk. – Soleiðis er tað mest sum hvønn gerandisdag. Hetta krevur nógv, kann ein hugsa sær. Hvussu fær Svein Rógvi tíð til alt hetta:
– Hetta er nakað, sum eg tími og royni at liva fyri. Men jú eg fái eina hjálpandi hond. Eg havi nøkur fólk, sum hjálpa mær. Eg kann m.a. nevna Mariu V. Staksá og Eyðun Mortensen.
Framtíðarútlit fyri Full Power?
– Eg haldi ikki at vit kunnu kalla tað eitt upplop, tá ið tað hevur verið í 2 ½ ár, svarar Svein Rógvi, tá ið hann verður spurdur um Full Power ikki bert er eitt upplop. Hann greiðir eisini frá, at Full Power hevur nógv spennandi ting at bjóða. Og at hetta er ein støðug menning:
– Eg royni allatíðina at menna Full Power, at koma við nýggjum tilboðum. Eitt nú vóru eg og Magnus Norðberg teir fyrstu, ið høvdu eitt motivatiónsskeið. Tað byrjaði fyri hálvumøðrum árið síðani. Vit hava bygt upp á hetta skeiðið, til bæði at vera klænkiskeið og motivatiónsskeið.
Full Power er eisini Kettlebell (tungar kúlur): Vit eru eisini tey fyrstu í Føroyum við Kettlebell. Tað er eingin annar í Føroyum, sum hevur tað. Vit fara DM í Danmørk tann 26. mars. Vit vera fjúrtan í tali. Tað mann vera tann minsta ítróttargreinin í Føroyum. Men hóast tað, fara vit at kappast í Danmark, greiðir ein stoltur Svein Rógvi frá.
Full Power er eggjandi
Full Power er eggjandi, ella vit kunnu siga motiverandi. Full Power er kanska ikki so einstáttað, sum summi halda. Tað er nógv spennandi at fáast við:
– At seta venjingar saman, so tað verður attraktivt. Her hugsi eg um tey tilboðini, sum eg kann bjóða. Tríggjar pakkaloysnir: styrkivenjing, fysiska venjing og bara tað, at koma í gongd. Tað eru nógv tilboð í øllum tí, sum eg koyri við, sigur Svein Rógvi.
– Tann heilt stóri ’motvatiónsfaktorurin’ eru tey nógvu fólkini. Tey smílast, tá ið tey koma inn um hurðina og tá ið tey fara út um aftur. Tað er deiligt at síggja.
Full Power er einki gullnám
Til seinast spurdi undirritaði, um Full Power loysir seg fíggjarliga. Svein Rógvi flenti tá eitt sindur og svaraði:
– Ja, tað melur akkurát runt, men tað er einki gullnám. Vinningurin, sum eg fái, er stuttleikin og øll tey smílini, sum eg dag og dagliga hitti.




