Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fullkomið rættarloysi valdar aftur í útlendingamálum

Oliver Joensen

Talan er um sera álvarslig uppáhald um brot á fyrisiting og grundleggjandi rættarreglur, sigur Høgni Hoydal í fyrispurningi sínum.

Hesin skriviligi fyrispurningurin er í dag sendur Løgtinginum.

Spurningurin er til Anniku Olsen landsstýriskvinnu um útlendingamál.

Í fyrispurninginum verður víst til eitt mál, sum hevur verið frammi nýliga, og har undirritaði eisini hevur kært vegna umsøkjaran til danska ráðharran, sum hevur vísta allari ábyrgd til føroyskar myndugleikar.

Men avleiðingarnar av hesum máli eru eftir metingini hjá undirritaða ótrúliga grovar:

– Danski ráðharrin kastar ábyrgdina frá sær og vísir bert til ummælini úr Føroyum.

– Ummælini úr føroyum hava tulkað broytingarnar í útlendingalóggávuni soleiðis, at ongin borgari uttanfyri ES fær arbeiðsloyvi í Føroyum um bara onkur tøk arbeiðsmegi er í einum ES-landi.

– Umsóknir, ið hava ligið í fleiri mánaðir ósvaraðar eftir gomlu útlendingalógini og kundu fingið játtandi svar, verða nú havnaðar vísandi til broytta lóg og nýggjar tulkingar.

– Undirritaði vil hava at vita, um umsóknir tilvitað eru drignar út, meðan bíðað hevur verið eftit broyttari lóggávu, til tess at kunna havna teimum eftir nýggju reglunum.

Sostatt er talan um sera álvarslig uppáhald um brot á fyrisiting og grundleggjandi rættarreglur, sum landsstýriskvinnan verðu biðin um at greiða frá ella avsanna.

/avrit av svari frá danska ráðharranum verður somuleiðis hjálagt.

Vinarliga

Høgni hoydal

Harleywoodpaint