Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fullsett til søgurnar av Flemish Cap

Dávur Winther

Miðhøllin á Skúlatrøð var ígjár karmur um tiltak har fiskiskapur á Flemish Cap varð sett á breddan.

Talan gjørdist um eina sera áhugaverda og viðkomandu løtu, tá ið Kjartan Kjartansson og Heri Olsen greiddu frá sínum upplivingum av Flemish Cap. Fullsett varð og tey umleið 300 fólkini fingu nógvar góðar og undirhaldandi søgur. 

Sigmar Bláberg greiddi frá sínum royndum á Flemish Cap og hagtølum. Samrøður vórðu harumframt við Kjartan, Hera, Erling Petersen og Finnur Hvidbro, sum Gunnar Nolsøe stóð fyri. Síðani varð ein filmur av Flemish Cap, sum Zacharias Hammer hevði sett saman – alt hetta í eini meir enn fullsettari miðhøll á Skúlatrøð í sambandi við Torradagarnar. Fólk fingu eisini smakkað saltfisk saman við góðum práti um Flemish Cap.

Ein sera viðkomandi og áhugaverd løta!