Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fullur av hevndarhuga og hatri !

Frank Davidsen

Góða mamma tað var ikki egdreingirnir teir fyrdu megfyrdu meg í díkiðflentu so í díkið

Góða mamma tað var ikki eg

dreingirnir teir fyrdu meg

fyrdu meg í díkið

flentu so í díkið

Hevði ikki ætlað at longt um tjakið, men nú hatri og runublakanin hjá

Gerard Lognberg í móti formanni Javnaðarflokksins og flokksumboðunum

áhaldandi verða viðgjørd. sum” einasti sannleikin” so kann eg ikki bara

mær við at koma við nøkrum viðmerkingum.

Omanfyristandandi barnarím hóskar so sera væl til Gerard Lognberg. Hetta

at spæla offurrolluna, í staðin fyri at taka í egnan barm. Tað sæst á

øllum brøgdum, at hansara hjarta ongantíð hevur havt tað minsta við

Javnaðarpolitik at gera. Og ein kann siga, at spottarin kann koma í

spottarans stað, nú hann av øllum alvi roynur at karaktermyrða sín

fyrrverandi formann, eins og tann flokk, sum hann bæði politiskt og

fíggjarliga hevur notið gott av.

Og at hann skal tora at taka patent uppá at vera verji verkamannia og

kvinnun, meðan ” hini ” í flokkinum bara tosa ….. Tað vísur fyri tað

fyrsta hvussu lítil virðingin er fyri hansara partamonnum.Harnæst vísur

tað eisini hvussu lítlan virðing hann hevur fyri tí vanliga manninum. Tað

var ikki gott nokk hjá hesum manni at fáa út í móti 40.000 krónur um

mánaðan + ” koyripeningin “. Nei, ístaðin fyri at lata annan taka yvur

borgarstjórasessin, so er mammon í honum so sterkur, at afturat

løgtingslønini, so metir hann seg verða føddan borgastjóra. Men hvør

veit, kanska hevur hann latið borgarstjóralænina til vælgerðandi endamál.

Jú hann kann gott reypa av, at hann er farin tíðliga til skips at tjena

pengar, og hvussu trongum korum hann livdi undir. Tað eru tað mangir

undan honum sum hava roynt tað, uttan at fara út í fjølmiðlarnar at

profilera seg politiskt. Sjálvur stóð undirritaði faðir og móðurleysur

bert 11 ára gamal, og tað var ikki altíð so hugaligt. Hann kann eisini

reypa sær alment um hvussu nógvar atkvøður hann fekk til seinasta val.

Eisini kann hann almennt koma við ósannindum um, at javnaðarflokkurin

verður styrdur av nøkrum fáum, og at alt er gingið fyri seg aftanfyri

stongdar dyr.

Hann kann eisini koma við ósannindum um, at formaður flokksins ikki hevur

vilja tosa við seg. Gamalt var at vargur antin stoytur seg oman, ella er

einki annað til at taka, enn at skjóta hann. Gerard Lognberg hevur sum

tann konfliktsøkjandi persónur hann er, sjálvur stoytt seg út úr

Javnaðarflokkinum.

Men honum líkt, so hevur hann tikið patent uppá sannleikan, so alt sum

formaður Javnaðarflokksins og flokksleiðslulimir gera, tað er óreint og

illgrunasamt. Ja, sambært Gerhard Lognberg, so fer øll teirra viðurskifti

handan læstar dyr. Jú sanniliga, um hesin maður ikki treingir til

sjálvrannsakan, so veit eg ikki.

Meðan formaður flokksins siðuliga hevur greitt frá hvussu fram er farið,

at 8 út av 9 limafeløgum hava samtykt at koyra henda konfliktsøkjandi

persónin úr flokkinum, so bera persónligu runubløkini hjá honum meira

og meira brá av hatri,móti formanninum og Javnaðarflokkinum. Hann vil

gera alt sum stendur í hansara makt fyri at knúsa tann flokk, sum hann

fyrr sagt bæði politiskt og fíggjarliga hevur notið gott av.

So lítið politiskt vagg er í honum, og so æruleysur er hann, at hann

longu nú alment greiður frá, at hann væntar ikki at hann verður verandi

uttanflokkatingmaður leingi. Tað vil við orðum siga, at longu nú er

hansara løgtingssessur til sølu, enn einaferð skuildi eg sagt. Tá var tað

meira virðiligt sum Janus Rein gjørdi, nevnliga at hann konstruktivt

arbeiddi eitt ár, áðrenn hann fór í annan flokk.

Men hvat, við hvørt fær mammon fastatøkur á einum. Serliga tá ein er

borin til einar tríggjar til fýra arbeiðaralønir árliga, sum tann vanligi

arbeiðsmaðurin og kvinnan gjøgnum gjøgnum skattin skulu gjalda honum.

Men sambært honum so skuldu listafólkini ikki fáa eitt oyra, fyri at sita

á reyvuni og einki gera. So meðan hann liggur flatur í luftini, og

roynur at arbeiða fyri sína harttjentu løn, sita listafólkini bara og

fjast við okkurt hissini.

Eingin sum helst ivi er um, at við Aksel V. Johannesn hevur

Javnaðarflokkurin fingið ein formann ið hevur allar tær politisku dygdir

í av krevjast av einum formanni fyri ein flokk sum hevur mynda politiska

spektrumi seinastu hálvu øldina.

Fyri tað fyrsta so er hann úr góðum politiskum bergi brotin, dámligur

semjusøkjandi, ið ber boð um ein gløggan politikkara. Hinvegin so hevur

hann gjørt púra greitt, at tá i Javnaðarflokkuri bjóðar seg fram til at

gerast stjórnarberandi, mega veljarar og samstarvspartar kunna líta á

flokkin, og tey mandat ið flokkurin bjóðar seg fram við.

Hevði Gerard Lognbeg fingið durafjórðingin í 2008, tá hann tók seg úr CHE

samgonguni, so hevði Aksel V. Johannesen í hesum døgum ikki sitið eftir

við apuni, sum tikið verður til.

Tí kravdi tað politiska styrki at taka tað støðu, sum flest allir

javnaðarveljarir hava bíða eftir. Nevnliga at skapa fortreytir fyri

stabiliteti í flokkinum. Og er tað veruliga so at onnur løgtingsumboð

halda sína tign standa omanfyri flokkin, so eiga tey eisini at taka

avleiðingarnar av tí.

Harleyfacadeacryl