Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fullur maður til ampa fyri sambýli

John William Joensen

Av politistøðini í Klaksvík verður sagt at vikuskiftið var stak friðarligt.

Fríggjakvøldið var tó boð eftir løgregluni at fáa ein fullan mann út úr sambýlinum á Bøgøtu.
Maðurin var til ampa fyri starvsfólkini á sambýlinum, men annars var maðurin friðarligur, og tá løgreglan kom á staði var ikki neyðugt at handtaka mannin.
Tíðliga sunnumorgunin gjørdi løgreglan ferðslukanningar, har m.a. bilførarar vóru kannaðir fyri rúsdrekka.
Eingin bleiv tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka, tó fingu nógvir átalu fyri lyktafeilir.
Av løgreglustøðini verður annars sagt at hesa tíðina hyggja teir vanliga eftir lyktunum á bilunum og teir kunnu staðfesta at tað eru alt ov nógvir bilar, sum koyra við skeivt stillaðum lyktum.