Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fullveldi og samhaldsfesti, er tað í mótsøgn hvørt við annað?

Mourits M. Joensen

Las áhugaverda grein í Sosialinum herfyri, har fullveldisætlanin hjá Skotum varð viðgjørd. Her varð millum annað nortið við hvussu skotar kunnu ogna sær allar fiskileiðir og oljukeldur, samstundis sum teir sleppa undan ”dálkandi óruddinum” úr Stóra Bretlandi, velja teir fullveldisleiðina.

Las áhugaverda grein í Sosialinum herfyri, har fullveldisætlanin hjá Skotum varð viðgjørd. Her varð millum annað nortið við hvussu skotar kunnu ogna sær allar fiskileiðir og oljukeldur, samstundis sum teir sleppa undan ”dálkandi óruddinum” úr Stóra Bretlandi, velja teir fullveldisleiðina.

Somuleiðis varð farvegurin eftir nationalismu, kapitalismu og sosialismu, sum hevur litað landslagið, drigið inn í tilgongdina.

Sum eg las greinina kom mær til hugs hvussu torført tað er at skilja millum hugtøkini sum verða nýtt, og tað sum kanska skuldi ligið aftanfyri, ert tú sum eg politiskur analfabet. Havi t.d. ongantíð skilt, at gevur virksemið vinning, so skal tað einskiljast og vinningurin lutast út til tey fáu. Kapitalistiskt fullveldi?

Men, har virksemið gevur hall, tá skal samhaldsfesti ráða, undirskotið lutast út til øll. Sosialistiskt samband? Er so fullveldi kapitalisma og samband sosialisma?

Buka vit bert hvønn annan í høvdið við einumhvørjum tá argumentini tróta, og vit annars skulu hava hugtøkini at passa inn í politisku rammuna, eitt nú einskiljing, útjavning, fullveldi, samband, kapitalisma, sosialisma o.s.fv.?

Yvirhøvur sýnist tað at vera hugburðurin, at vit ynskja at vera einsamøll um at deila “okkara” køku. Ikki so sjáldan er at hoyra, at vit koma at klára okkum nógv betur, og fáa eina enn størri køku at deila, eru vit einsamøll um hetta. Eins og við einskiljing?

Og hvar gongur tá markið fyri fullveldi, einskiljing og samhaldsfesti?

Kann tað hugsast at Suðuroyggin ynskir fullveldi, tá olja er funnin sunnanfyri oyggjarnar? Tá fara suðuroyingar, eins og skotar, einsamallir við bestu fiskileiðunum, oljukeldunum og milliardunum. Og hini kunnu eiga sítt samhaldsfesti og Smyril. Er tað kapitalistiskt fullveldi?

Fullveldi, samband ella gourmet?
Ikki so undarligt at vit eru ørkymlað. Vit verða ald upp at elska næstan, men sum vaksin tó ikki meira enn so, at hava vit ov nógv at deila við onnur, so ræður um at grundgeva við einskiljing, og um neyðugt við fullveldi, so køkustykkið hjá einum sjálvum gerst so stórt sum til ber. Ruskið kann næstin sjálvsagt eiga.

Vit hava øll hoyrt um hungursár í Føroyum, tá fólk vóru funnin deyð við tarablaði í munni. Tó var tað bóndin sum savnaði allan seyð sín í rætt, at luta út millum bygdarfólkið. Misskilti ella júst skilti bóndi sítt fullveldi, sína einskiljing, ella var hetta samhaldsfesti í verki?

Vit kunnu í dag sita á matstovum og gjalda túsuntals krónur fyri prýddan borðisk við tara. Tað eitur víst gourmet. Tíðin vil vísa um vit enda við sambandsgourmet ella fullveldisgourmet, leskað við kapitalismu og sosialismu, men vit elska bert næstan innanfyri miðlinjuna, hvørt talan er um vit og skil, vunnin rættindi ella fornaldarligt “yvirlivilsisinstinkt”.

Sum politiskur analfabet má eg ásanna at eg ivaleyst skuldi verið farin inn í ein politiskan flokk sum ungur, tá hevði eg havt røttu brillurnar á, og skilt hugtøkini nógv betur, m.a. um fullveldi og samhaldsfesti er í mótsøgn hvørt við annað.

Mourits M. Joensen
Vágbingur