Mong av teimum sum tala ímóti Sandoyartunlinum, eru somu fólk, sum vilja gera Føroyar til fullveldi.
Skrivað hevur: Helgi Abrahamsen
Nógv øsing stóðst av Sandoyartunlinum. Hann kostar alt ov nógv, verður sagt, og eg eri samdur. Vit kunnu ikki loyva okkum at brúka fleiri pengar, enn vit hava ráð til. Undirskriftir verða samlaðar, men tað sum undrar meg er, at mong av teimum, sum tala ímóti hesi ætlan, eru somu fólk, sum vilja gera Føroyar til fullveldi.
Vita tey ikki, at tað kostar meira at skipa Føroyar sum fullveldið, enn tað hevði kostað at borað ein Sandoyartunnil um árið ?
Hvar høvdu “tey bleytu virðini” verið tá ?
Helgi Abrahamsen




