Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fullveldissamráðingarnar 20 ár – tiltak í Bøgøtu

Jóhann Lützen

Leygardagin hin 24. apríl verður forkunnugt tiltak í Bøgøtu 3 í Klaksvík, har gamla fullveldissamgongan, ella í øllum førum formenninir og forkvinnan í henni, hittast aftur. Og tey fara sjálvandi at umrøða, hvussu tey minnast tíðina.

Við vera Anfinn Kallsberg, fyrrverandi løgmaður og formaður í Fólkaflokkinum, Høgni Hoydal, fyrrverandi varaløgmaður og formaður í Tjóðveldi, tá Tjóðveldisflokkinum, Karsten Hansen, fyrrverandi fíggjarmálaráðharri, og Helena Dam á Neystabø, fyrrverandi forkvinna í Sjálvstýri, tá Sjálvstýrisflokkinum. Denturin í tiltakinum, ið varar í tveir tímar, verður lagdur á sjálvar samráðingarnar við donsku stjórnina, ið tey fýra øll vóru við til.

Tiltakið verður fyriskipað av Norðoya Tjóðveldisfelagi í sambandi við, at tað skjótt eru 70 ár síðani, at Norðoya Tjóðveldisfelag varð stovnað. Aftaná tiltakið verður veitsla. Veitslan kostar 300 krónur, og neyðugt er við tilmelding (sí aðrastaðni í blaðnum), meðan opið hús er til tiltakið frammanundan við gomlu fullveldissamgonguni.

Tiltakið er kl. 16 til 18 í Bøgøtu 3 í Klaksvík, og veitslan er sama stað kl. 19.