Løgmaður fer at taka støðu til, um meirinnlit skal veitast í fullveldisskjølini. Tað stendur í svari til ein sokallaðan § 52a fyrispurning frá Bárði á Steig Nielsen.
Løgmaðurfer at taka støðu til, um meirinnlit skal veitast í fullveldisskjølini. Taðstendur í svari til ein sokallaðan § 52a fyrispurning frá Bárði á Steig Nielsen.
Løgmaður ætlar at viðgera fullveldisskjølini avnýggjum. Síðani tekur hann støðu til, um meirinnlit skal veitast í skjølini.
“Eg fari nú at biðja um ummæli av nýggjum, serligavið støði í at upplýsingar úr fundarfrásøgnunum nú eru almannakunngjørdar íbók. Ætlanin er síðan at viðgera hendan prinsipiella spurning um at veitameirinnlit enn einaferð,” svarar Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Skjølini viðvíkjandi fullveldissamráðingunum umaldarskiftið eru enn ikki so gomul, at tey koma undir innlitsreglurnar ískjalasavnslóggávuni, men ganga eftir reglunum í innlitslógini.
“Løgmaður almannakunnger ikki gomul skjøl frálandsfyrisitingini eftir nakrari systematiskari skipan. Tað er ikki uttan so,at onkur spyr eftir skjølum, at leitað verður eftir teimum,” vísir løgmaðurmillum annað á í svari sínum.




