EM-undankapping fyri smátjóðir í Íslandi: Føroyska A-landsliðið hjá kvinnunum vunnu eisini tann seinasta dystin og komu trygt víðari í EM-undankappingini. Tríggir lutfalsliga tryggir sigrar, tora vit at siga.
EM-undankapping fyri smátjóðir í Íslandi: Føroyska A-landsliðið hjá kvinnunum vunnu eisini tann seinasta dystin og komu trygt víðari í EM-undankappingini. Tríggir lutfalsliga tryggir sigrar, tora vit at siga.
Seinasti og triði dysturin varð spældur, eins og allir hinir, í Reykjavík í gjár. Mótstøðan hesa ferð var Lichtenstein, sum bert hevði átta leikarar við á ferðini. Tað hevur eisini merkt gongdina hjá teimum í kappingini, tí tað hevur hildnast illa.
Í gjár megnaðu tær frá Lichtenstein at fylgja nøkulunda við í byrjanini. Fyrsta sett vann Føroyar 25-16, men í øðrum setti tapti tær føroysku fyri Lichtenstein 19-25.
Tær frá Lichtenstein fingu sjálvsagt blóð upp á tonnina og royndu, hóast torførar umstøður við bert átta leikarum og ímóti einum sera vælkoyrandi sterkum mótstøðuliðið, at geva Føroyum skarpan gang.
Men illa gekst tað, tí Føroyar vunnu bæði tey seinastu settini við einum málmuni á ellivu, nevniliga 25-14.
Hetta vísir bert, at tað skulu fleiri enn átta spælarar til, fyri at vinna á Føroyum, men eisini vísir hetta sálarligu styrkina á Føroyska liðnum. Tær føroysku undirmeta ikki nakað lið, og tað skal nokkso nógv mental styrki til tess, at megna tað.
Hvar tann næsta EM-undankappingin verður, vita vit ikki enn. Men vit kunnu gita, at tá kunnu tær føroysku vænta at møta onkrari stórtjóð. – Sum vit fyrr hava skrivað: Føroyska kvinnulandsliðið og manslandsliðið hoyra heima ímillum tær stóru tjóðirnar.




