Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fult umfar í ensku Premier League

Danial Viðoy

Hóast tað er annar jóladagur, er fult umfar í ensku Premier League í dag. Nógvir áhugaverdir dystir á skránni.

Hóast tað er annar jóladagur, er fult umfar í ensku Premier League í dag. Nógvir áhugaverdir dystir á skránni.

Boxing Day: Millum annað skal Liverpool royna at reisa seg eftir ein lemjandi ósigur á Watford seinasta umfar. Tað sama skal Manchester United, sum tapti á Norwich, sum eisini er ein uppflytari.

Liverpool tekur á heimavølli í móti Leicester, sum er sera væl koyrandi fyri tíðina. Leicester, sum somu tíð í fjør lá á aftasta plássi í Premier League, liggur í ár á fyrsta plássi. Ein ævintýrsøga.

Manchester United skal á útivølli spæla ímóti Stoke, sum heldur ikki eru at kimsa at.

Nógvir aðrir áhugaverdir dystir eru á skránni í dag.

SÍ DYSTARSKRÁ Í MYND NIÐANFYRI: