Eldraráðið í Klaksvík skipaði fyri fundi í Smæruni har pensiónsnýskipanin varð sett undir luppin.
Eldraráðið hevði heitt á Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í pensiónsmálum, Bárður Nielsen formann fyri Sambandsflokkin, Jógvan Skorheim borgarstóri og løgtingsmaður fyri Sjálvstýri, um at greiða frá um ætlaðu pensiónnýskipanina.
Eldraráðið sigur at talan gjørdist um ein góðan fund við mongum spurningum frá teimum 29 møttu. Fleiri fingu svar uppá teirra spurningar.
Myndirnar hevur Maria Olsen tikið.







