Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fundarhamari til Nes kommunu

Jóhann Lützen

Kyndilsmessudag kom Johan Elkjær Hansen, Nes, inn á kommunuskrivstovuna. Ørindini vóru at handa  borgarstjóranum eina gávu, sum hann sjálvur hevði evnað til.

 

Í heilsanini skrivar hann:

 

Til Nes kommunu

“Fari við hesum at ynskja Nes kommunu hjartaliga tillukku við býarheitinum.

Í hesum sambandi vil eg fegin geva kommununi hesa gávu, ein fundarhamar, ið er dreyaður úr eini grein av gullregni. Greinin er av einum træi, sum bleiv gróðursett á Toftum fyri mongum árum, og fyri umleið tíggju árum síðan varð skorin av.

Greinin hevur ligið og tornað í nøkur ár, klár at seta í dreyibonkin at evna til.

Við ynski um góða eydnu og blíðan byr.

Johan Elkjær Hansen