Hóskvøldið 31. august verður almennur fundur í Losjuni í Gøtu um kommunu samanleggingina
Á heimasíðuni hjá Leirvíkar Kommunu stendur hetta at lesa:
Í samband við fólkaatkvøðuna um kommunusaman-legging í Leirvíkar – og Gøtu Kommunu 9. september, verður skipað fyri almennum kunnandi fundum fyri borgarunum í Leirvíkar – og Gøtu Kommunu.
Hóskvøldið 31. august verður fundur í Losjuni í Gøtu og týskvøldið 5. september verður fundur í Bygdarhúsinum í Leirvík. Báðir fundirnir verða kl. 19.30 og eru borgararnir í Leirvík og Gøtu vælkomnir á fundirnar.
Uppskotið til sáttmála um kommunusamanlegging liggur á heimasíðuni (www.leirvik.fo).




