Harleywoodpaint

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fundur á Syðradali við staðbundnu nevndirnar í Kalsoy

klaksvik.fo

Seint seinnapartin í gjár vóru umboð fyri Klaksvíkar kommunu og hittu staðbundnu nevndirnar til ástaðarfund á kaiøkinum í Syðradali. Endamálið við fundinum var at fáa lýst viðlíkahaldstørvin, atkomumøguleikar og onnur viðurskifti á havnalagnum í Syðradali og á Húsum.

 

Veðrið var avbera gott og uppmøtingin var eisini sera góð. Allar fýra staðbundnu nevndirnar í Kalsoynni vóru bodnar til fundin, og kom nógv ymiskt fram. Eitt nú varð heitt á kommununa at gera nakrar ábøtur, soleiiðis at smábátar hava lættari at koma at og liggja við kai. Harumframt vóru eisini umstøðurnar hjá SAM lýstar og hvørjar ábøtur kundu gerast, soleiðis at bátahylurin í Syðradali gerst tryggari.

Staðbundnu nevndirnar hava fýra regluligar fundir um árið, men av og á er tørvur at hava fundir á staðnum, eins og tað bleiv gjørt í gjár. Tað var nýggi báturin Ziska, hjá Norðoya Bjargingarfelag, sum førdi fundarfólki til Kalsoynna og aftur.

Endamálið við staðbundnu nevndunum er at tryggja nær demokrati og at geva borgarunum rættin at ummæla mál viðvíkjandi staðbundnum viðurskiftum, soleiðis at kommunalar tænastur eisini verða væl røktar á smáplássunum.

Fyrisitingin í Klaksvíkar kommunu setur vanliga mál á skrá, men nevndin kann reisa mál í samráð við borgarstjóran. Uppgávan hjá nevndunum er somuleiðis at vegleiða, umrøða og at gera tilmælir til mál, sum býráðið metir hava serligan áhuga fyri økið. 

Harleyfacadeacryl