Í gjárkvøldið var fundur í avhaldshúsinum í Mikladali, har nevndin í Føroya Sjómannadagi, sum hevur staði fyri fyrireikingunum av uppsetanini av standmynd av Kópakonuni, kunnaði um hvussu langt er komið áleiðis, og har fólk úr oynni høvdu høvi at siga sína hugsan um tiltakið.
Olivur Thomsen greiddi frá gongdini higarti nú kópakonuprojektið hevur verið í gongd í heili fýra ár. Nú er komið á mál við at útvega neyðuga peningin til projektið og eftir er so hátíðarhaldið í verður fíggjadagin 1. August.
Dávur Winther er av fyrireikingarbólkinum settur sum samskipari av hátíðarhaldinum 1. august, og hann greiddi frá arbeiðisskránni sum er fyribilsløgd og heitti á fólki í oynni um at koma við góðum ráðum og uppskotum. Boðað hevði verið í allari oynni frammanundan til fundar og sigast má at væl av fólki vóru møtt.
Nú verður so arbeitt víðari við skránni fyri 1. august. Skráin verður kunngjørd ein av fyrstu døgunum.
Sigast kann tó somikið, at tað verður ikki Sam sum fer at sigla um fjørðin hendan dagin, Strandferðslan hevur avrátt at seta Ternuna inn ístaðin, tí roknað verður við nógvum fólki. Eftir ætlan fer Kunningarstovan í Klaksvík at selja armbond til ferðingina. Strandferðslan og Bygdaleiðir seta nevniliga fleiri eyka bussar inn á Kalsoynni hendan dagin, og Ternan fer at sigla frá morgunstundini av. Armbondini vera ferðaseðil fyri Ternuna og Bussarnar, so ongum nýtist at taka egnan bil við í Kalsoynna, tí eisini verður skipað fyri góðum bussambandi til trøllanes hendan dagin, eina og skipað verður fyri gongutúrum ymsastaðni í oynni.




