Fyri lítlari løtu síðan hittu vit landsstýriskvinnuna í Innlendismálum, Anniku Olsen, í telefonini úr Keypmannahavn
– Eg skal á fund við Brian Mikkelsen nú á middegi (føroyska tíð) har vit fara at umrøða viðurskiftini við ymisk mál. Eg kann ikki siga meira um fundin men eitt tíðindaskriv verður lagt út á heimasíðuna hjá innlendismálaráðnum um einar tríggjar tímar, segði Annika Olsen landsstýriskvinna úr keypmannahavn.
Sum skilst so er talan um eina fráboðan um at samráðingarnar á embætismannastigið um yvirtøku av revsirættinum og sakføraravirksemi eru lidnar.
Men á fundinum verður málið um bygnaðarbroytingarnar hjá fútanum eisini umrøddar.




