Dávid Reinert Hansen stjóri sigur at hetta ikki er óvanligt fyribrygdi, tí teir kenna hetta eitt nú frá boringum í Norra, men hetta kom rættuliga óvart á tí seismisku kanningarnar onga ábending hava givið um hetta.
Teir á náttarholdinum hjá NCC sprongdu umleið kl. 01 í nátt og tá farið var undir at grava frá skotinum sóu menn beinanvegin at teir vóru komnir fram á eina gull-lind.
– Tað er ikki óvanligt at lindirnar í undirgrundini av onkrari orðsøk hava forskotið seg soleiðis at eitt nú gull er at finna beint undir jarðarskorpuni.
– Vit kenna tað eitt nú frá oljuboringum í miðeystri og í USA har í nógvum økjum bert er neyðugt at bora fáar metrar niður fyri at finna oljuna, meðan vit á okkara leiðum vanliga bora kilometrar niður í undirgrundina.
Stjórin fyri norðoyatunnilin vildi ikki gera fleiri viðmerkinga til málið, tí hetta var so nýtt at tað fyrst skuldi til viðgerar í nevndini. Eisini fór tað at vera ein politiskur spurningur um NCC skuldi seta meiri fólk inn soleiðis at boringarnar eftir gullinum ikki fóru at tarna tunnilsarbeiðinum.
Framsýning á verkstaðnum
Gull steinurin, sum formaðurin fyri náttarholdið hjá NCC stendur við í hondini, er í løtuni til framsýningar á verkstaðnum hjá POMEK uppi á borðoyavík.
Steinurin liggur frami allan 1. apríl.




