Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Funnu malagrót 6 metur undir Másheygnum

Oliver Joensen


Nú lendiskanningar verða gjørdar við Másheyggin, tað er økið norðanfyri Tekniska Skúlan og oman ímóti KFUM, funnu menn malagrót, seks metrar undir Másheygnum.
Vit vita, at bakkin við Borðoyarvík vísir ymisk løg frá teim ymsu ístíðunum, og at malagrót nú er funnið seks metrar undir Másheygnum, Másheyggurin er helst hægsta økið á tí lægsta á Eiðinum, og sum liggur einar 100 metrar burtur frá bakkanum á Borðoyarvík í ein beinan norðan, boðar hetta helst frá, at her, norðanfyri Tekniska Skúla í Klaksvík einaferð hevur verið fjøra. Harafturat eru kanska ábendingar um, tað sum fleiri ferðir hevur verið róð upp undir, at einaferð í fyrndini var opið ímillum Vágna og Borðoyarvík.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri sigur, at hetta ger, at Klaksvíkar Kommuna nú fer at seta seg í samband við avvarandi myndugleikar um málið.

PS. Jógvan Ravnsfjall, fyrrv. stjóri á Norðoya Fornminnasavni sigur í eini viðmerking til tíðindini omanfyri, at tá grivið var fyri rundkoyringini har “Húkurin” stendur, tá var eisini funnið malagrót í undirlendinum har.