Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fútin fremur skerjingar og sentraliseringar

John William Joensen

Nú skal bert ein politistur verða á kvøldvakt í Klaksvík og Runavík og er ófríður í Klaksvík skal politisturin í Klaksvík bíða eftir starvsfelagnum, sum kemur úr Runavík áðrenn farið verður til ástaðið. Eisini skal alarmsentralurin taka telefonina fyri poltiið í Klaksvík og Runavík

Tað er trupult at fáa viðmerkingar frá politinum, men fólk, sum hava innliti í viðurskifitini hjá føroysku løgregluni siga, at tað er umfatandi misnøgd millum politistarnar í eysturoynni og norðoyggjum um ætlaðu broytingarnar, sum skulu gerast í vaktarhaldinum.

Vaktin skerjast
Frá mánadag til hósdag eru tveir politistar á kvøldvakt í Klaksvík og tveir í Runavík. Hetta tí, at tá løgreglan verður boðsend er mannagongdin tann at tað altíð eru tveir løgreglumenn í einari patrulju.

Men nú fer Fútin at broyta kvøldvaktirnar soleiðis at bert ein politistur er á vakt í Klaksvík og ein í Runavík.

Hetta merkir at tá boð koma um okkurt, sum er áfatt í Klaksvík, skal politisturin í Klaksvík bíða eftir starvsfelaganum úr Runavík áðrenn teir kunnu fara á ástaðið.

Alt til Havnar
Umframt niðurskurðin á kvøldvaktunum hjá politiinum skulu telefonirnar hjá politistøðunum í Klaksvík og Runavík nú stillast til alarmsentralin í Havn hóast fólk er á vakt lokalt.

Alarmsentralurin skal síðani geva boð til heimavaktirnar í Klaksvík og Eysturoy og sum Norðlýsið skilir so eru fleiri politistar sera misnøgdir við at telefonirnar ikki longur skulu svarast av vakthavandi í økinum.

Tað hevur stóran týdning at hava kennskap til lokal viðurskifti, tí nógv av tí sum ringt verður um til politiið kann avgreiðast gjøgnum telefonina uttan at neyðugt er hjá politiinum at rykkja út til ástaðið.

Nú skulu tilvildarlig fólk á alarmsentralinum, sum als ongan kennskap hava til lokal viðurskifti, sita og taka støðu til hvat politiið í Klaksvík og Runavík skal gera.
Hetta fer uttan iva at føra til at politiið í nógvum førum óneyðugt verður sent av stað.

Eingin vil úttala seg
Norðlýsið hevur roynt at fingið fatur á Fútanum og sýslumonnunum í eysturoynni og norðoyggjum, men hetta hevur ikki verið gjørligt og eingin annar hevur enn vilja úttala seg um ætlaðu bygnaðarbroytingarnar.

Tað er tó heilt greitt at ætlaðu broytingarna hava skapt ónøgd millum politistarnar í norðoyggjum og eysturoynni og undir øllum umstøðum verður talan um eina munandi lækking av tænastustøðinum hjá politinum.

Fútin fer á fundi í Skálanum hósmorgunin at kunnað starvsfólkini á politistøðunum í Klaksvík og Runavík um broytingarnar í vaktarskipanini.

Meira seinri

Harleyfacadeacryl