Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fýra ár við rakstrarhalli hóast vaksandi inntøkur

John William Joensen

Hóast býráðið í Havn síðan 2007 hevur brúkt meira pengin enn kommunukassin hevði inntøkur fyri – undantikið 2012 – so er Tórshavnar Kommuna sera væl fyri og tað sást aftur á útreiðslusíðuni.

Hóast býráðið í Havn síðan 2007 hevur brúkt meira pengin enn kommunukassin hevði inntøkur fyri – undantikið 2012 – so er Tórshavnar Kommuna sera væl fyri og tað sást aftur á útreiðslusíðuni.

At Tórshavnar Havn er eitt gullegg hjá Tórshavnar Kommunu er sjón fyri søgn. Raksturin írokna íløgur hevur seinastu 4 árini givið eitt avkast á 109 mió. Kr írokna 2013. Inntøkurnar hjá Tórshavnar Havn hava seinastu 4 árini verið tilsamans 207 mió.kr. og eru í 2014 mettar til góðar 51 mió. Kr.

Tórshavnar Kommuna

Um vit ikki taka Tórshavnar Havn við so var 2012 fyrsta árið síðan 2007 at raksturin hjá Tórshavnar Kommunu gav yvirskot – tvs. at 2012 var fyrsta árið síðn 2007 at býráðslimir brúktu minni pening enn inntøkur vóru til.

Inntøkurnar vóru í 2007 góðar 601 mió. Og lækkaðu nakað í 2009 tá búskapar kreppan herjaði men vóru sambært roknskapin 2012 umleið 80 mió. Hægri enn í 2007 .

Samanbera vit árini 2007 (áðrenn kreppuna) við seinasta roknskaparár 2012 so er hetta myndin:

2007 2012 munur

Inntøkur 601 (mió) 680 (mió) + 80 (mió)

Útreiðslur 590 655 + 65,3

Íløgur 161,8 112,7 – 50

Fyrisiting 47,9 72,5 + 20

Lán 9,0 134,4 + 135,4

Skatta prosent 19,75 20,75

Samlaða skuldin hjá Tórshavnar Kommun er um leið 20% av samlaðu inntøkunum og er minka nógv síðan 2008 –  tað vísir at Kommunan er sera væl fyri.

LES UM FÍGGJARGONGDINA HJÁ KLAKSVÍKAR KOMMUNU HER!

Sí annars viðheftu talvur sum vísa lyklatøl seinastu árini. (Tórshavnar Havn ikki við)