Polarhav, Stjørnan, Grønanes og Kvikk.
Polarhav, Stjørnan, Grønanes og Kvikk.
Partrolararnir Polarhav og Stjørnan royna eftir upsa eins og partrolarin Grønanes, sum partrolar saman við Vesturtúgvu. Vanliga landar Grønanes á Kósini, meðan Vesturtúgva landar í Havn. Línubáturin Kvikk hevur roynt norðanfyri, men fiskiskapurin hjá honum hevur verið nógv darvaður av vánaliga veðrinum eins og hjá fleiri øðrum.
So nógv høvdu bátarnir, sum landaðu á Kósini í dag:
Polarhav: 114.000 pund
Stjørnan: 88.000 pund
Grønanes: 48.000 pund
Kvikk: 44.000 pund




