Rennararnir úr Treysti komu aftur úr Reykjavík við 4 gull- og 3 silvurheiðurs-merkjum eftir Stórmót ÍR í seinasta vikuskifti
Fýra gull- og trý silvurheiðursmerkir vunnu rennarar úr Treysti í Stórmót ÍR í Reykjavík í vikuskiftinum. Harumframt settu íðkararnir úr Treysti heili 21 bólkamet og 2 føroysk met. Eisini varð talan um nógv persónlig met.
Rebekka Fuglø vann tvær gull í ávikavist 800m og 1.500m. Í 800m renningini betraði hon sítt egna innanduramet, sum nú er 2.20,62 min.
Hini bæði gullheiðursmerkini vunnu Oddvør Josephsen (gentur 12 ár) og Maria Biskoptø (gentur 11 ár) í 600m renning. Oddvør rann teinin uppá 1.55,18 min. og setti bólkamet og kláraði A-kravið til Talentbólkin hjá FÍF.
Marnar Djurhuus vann tvey silvurheiðursmerkir. Eitt í 3.000m og eitt í 1.500m har hann setti nýtt innanduramet við tíðini 4.06,41 min. Hetta er undir kravið til Oyggjaleikirnar á Bermuda í summar.
Tvs. Treysti nú hevur tveir rennarar, sum hava klárað kravtíðir til Oyggjaleikirnar. Umframt Marnar, so hevur Rebekka Fuglø longu seinasta ár klárað kravið.
Í 800m renningini fyri dreingir 15 ár, varð tað nokkso óvæntað Julian Gregersen, sum rann seg til silvurheiðursmerki. Tíðin hjá honum var so góð sum 2.10,88 min. og tað er eisini undir A-kravið til Talentbólkin. John Hermann Fuglø, sum bleiv nummar fýra í 600m renningini fyri dreingir 13 ár við tíðini 1.48,62 min., setti nýtt bólkamet og kláraði B-kravið til Talentbólkin.
Eftir venjing týskvøldið skipaði Treysti fyri móttøku, har góðu úrslitini í Íslandi blivu heiðraði. Jonhard Larsen, formaður, helt røðu og handaði rósur til heiðursmerkjavinnararnar og venjara teirra.
Kappingarnar fara fram undir framúrskarandi góðum umstøðum í Laugardalshøllini. Byrjað bleiv leygarmorgunin kl. 9.00 við Trautabraut (Kids Athletics). Har luttóku Maria Josephsen, Vibeka Sivertsen og systikini Cecilia og Christian, sum búgva í Grønlandi og eru systkinabørn hjá Vibeku. Tey sluppu at royna seg í 10 ymiskum greinum. Kappingin fór fram í høllini og stóðu tey seg heilt væl ímillum øll íslendsku børnini.
Maria, Cecilia, Christian og Vibeka fingu øll heiðursmerki
Kl. 9.00 byrjaðu eisini kappingarnar fyri 11 ára gomul børn, og so bleiv hildið á allan dagin heilt til kl. 18.30 tá seinastu startirnir vóru. Sunnumorgunin byrjaði fyrstu kappingarnar kl. 10 og hildið bleiv á til umleið kl. 16.00.
Fleiri myndir frá kappingunum eru at finna í myndasavninum hjá Treysti, sum liggur HER.
Niðanfyri er yvirlit yvir øll úrslitini hjá íðkarunum hjá Treysti:
Maria Biskopstø vann GULL í 600m. Stolt foreldur, Borgar og Karin, eftir 600m sigurin hjá Mariu
Maria Biskopstø (gentur 11 ár)
60m – 10,19 sek.
200m – 34,21 sek.
600m – 1.58,18 min. (GULL)
hæddarlop – 0,98m (bólkamet)
longdarlop – 3,40m (bólkamet)
kúlustoyt – 5,91m (bólkamet)
Birita Ryan vann sín riðil í 60m. Her setir hon bólkamet í hæddarlop
200m – 34,05 sek. (bólkamet)
600m – 2.22,85 min.
Oddvør Josephsen rennur 60m og kemur á mál í 600m, har hon vann GULL
Eskilda Bjarnadóttir og Oddvør klárar til kúlustoyt. Eskilda spenniar avstað í 200m
Rutt Gregersen kemur á mál í 600m. Her er hon júst byrjað uppá 200m
60m – 9,09 sek.
200m – 29,94 sek.
Paulina Fuglø rann ein góðan 60m hekk. Hon spennir avstað í 200m
Hans Jákup Glerfoss vann sín riðil í 60m . Í hæddarlopi kláraði hann 1,25m
Julian Gregersen tók øll á bóli, tá hann rann 2.10,88 min. á 800m og vann silvur
Rebekka Fuglø vann trygt sín 800m. Á 1.500m var um reppi at hon bleiv yvirhálað





