Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fýra KÍ leikarar á U16 landsliðnum

Jákup Ósá

Bara B36 er betri umboðað á U16 dreingjalandsliðnum enn KÍ.

Fsf.fo skrivar: – Vit síggja við spenningi fram ímóti, at hesir dreingirnir skulu royna seg á altjóða pallinum. Soleiðis sigur Thomas Thinggaard, venjari hjá U16-landsliðnum við dreingjum, sum frá 17. til 25. apríl skal taka lut í UEFA Menningarkapping í Slovenia.

Umframt Føroyar og Slovenia, verða Litava og Luksemborg eisini við í kappingina.

Føroyski hópurin hevur fyrireikað seg væl, og nú góðar tvær vikur undan fráferðir, hevur venjarin, saman við hjálparvenjaranum, Eli Hentze, sett navn á teir 18, ið eru úttiknir til kappingina.


U16-hópurin sær soleiðis út

Fríðálvur Klakk, KÍ

Peter Bergmann Hansen, Kerteminde/OB (DEN)

Ludvík Breckmann, B36

Regin í Geil Jacobsen, HB

Aleksandur Ó. Jensen, B68

Sámal Jákup Jóhannusarson, B36

Petur Ovi Dam, HB

Pætur Eliasen, B36

Tórur Joensen, HB

Óli Eyðsteinsson Poulsen, KÍ

Jákup Højgaard, B68

Jóhann H. Joensen, B36

Jonn Johannesen, KÍ

Áki Hentze, B36

Jónas Warner, B36

Gulak Jacobsen, KÍ

Ingi Jonhardsson, Víkingur

Leivur Guttesen, HB

– Eg eri sera væl nøgdur við hópin. Talan er um 18 góðar spælarar, sum eg eri sannførdur um kunnu fremja nøkur góð avrik fyri Føroyar, sigur Thomas Thinggaard við heimasíðuna hjá FSF.