Sum fyrireiking til úttøku av leikarum til venjingarleguna hjá fótbóltslandsliðnum í La Manga í februar hevur Henrik Larsen, landsliðsvenjari, sent boð eftir 30 spælarum
Tað eru bara spælarar úr heimligu kappingini, sum hava fingið boð til venjingina, og fleiri av teimum kendu og royndu spælarunum eru ikki bidnir um at koma til venjingina. Tí er eitt av fremstu endamálunum við venjingini at hyggja eftir nýggjum møguligum landsliðsspælarum.
Fýra KÍ-spælarar eru millum tey 30 nøvnini. Heðin á Lakjuni, Hjalgrím Elttør og Atli Danielsen hava allir verið á landsliðnum áður, meðan Erling Fles er fyri fyrstu ferð úttikin til landsliðsvenjing.
Venjingarnar verða í Havn í døgunum 29. og 30. januar 2005.
Spælarnari, sum eru tiknir út, eru hesir:
Atli Danielsen, Heðin á Lakjuni, Hjalgrím Elttør, Erling Fles úr KÍ
Janus M. Joensen, Vagnur Mortensen, Kára Nielsen, Rasmus Nolsøe, Tór-Ingar Akselsen, Jákup á Borg, Rókur Jespersen, Bárður Johannesen úr HB
Bergur Midjord, Ingi Højsted, Fróði Benjaminsen úr B36
Súna Olsen GÍ
Høgni Zachariassen, Hanus Eliasen úr ÍF
Jonhard Frederiksberg, Pauli Hansen, Arnhold Berg úr SKÁLA
Jann Ingi Petersen úr B68
Marni Djurhuus, Hans Pauli Samuelsen, Bárður Olsen úr EB/Streymi
Tórður Thomsen og Andy Olsen úr NSÍ
Símun Samuelsen, Mortan í Hørg, Palli Augustinussen úr VB




