Í dag bleiv greitt, at báðir uppflytararnir fara at hava nýggjan venjara í 2022.
Skála boðaði í morgun frá, at Sorin Anghel ikki heldur fram í felagnum. Tað merkir, at Skála sum uppflytari eins og AB skal hava nýggjan venjara. Hjá NSÍ og EB/Streymi er enn ikki greitt, um núverandi venjarar halda fram í 2022. Hini liðini hava sáttmála við sínar venjarar til 2022.



