Sportmaster, Image, Black and White og Drós lata dyrnar upp fyri fyrstuferð á Klaksvíksvegnum í morgin.
Tað má sigast at Klaksvík er ein áhugaverdur býur at hava handil í.
Fyri stuttum fekk FK byggiloyvi við NP-gøtu, Bónus stendur á trappuni til at byggja nýtt og í morgin (leygardagin) lata ikki færri enn fýra handlar upp við Klaksvíksvegin.
Sportmaster hevur havt deild á Vágsheyggjagøtu, men í morgin flyta tey oman í sera snotilig handilshølir í miðbýnum.
Tá vit vitjaðu inni á gólvinum fríggjakvøldið var ófør rokan og ikki er ov mikið sagt at handilin er sera snotiligur og hevur nógv spennandi at bjóða.
Úti í Víkunum rokaðust Jan og Durita við at leggja seinastu hond á nýggja klædnahandilin Image – og tey lata upp í einum totalt umbygdum húsum.
Uppi á Loftinum hjá Litaval eru nú tveir nýggir handlar, nevnuliga gávubúðin Black and White og Parfumaríið Drós.
Jens Mortan, sum eigur Drós saman við Evind Jacobsen, var spentur til dagin í morgin.
– Vit fara at hava fleiri spennandi tilboð, segði nýggi handilsmaðurin í Klaksvík sum eisini eigur Drós í Havn.




