Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fýra nýggir instruktørar

Tíðindaskriv

Hesa seinastu tíðina hava fýra mans tikið eina útbúgving innan undirvísing í fyrstuhjálp. Undirvísingin tekur støði í tí veruleika, at øll tey sum taka koyrikort á fyrsta sinni eftir 1. august í ár, skulu eisini hava skeiðsprógv um fyrstuhjálp í ferðsluni.

Hesa seinastu tíðina hava fýra mans tikið eina útbúgving innan undirvísing í fyrstuhjálp. Undirvísingin tekur støði í tí veruleika, at øll tey sum taka koyrikort á fyrsta sinni eftir 1. august í ár, skulu eisini hava skeiðsprógv um fyrstuhjálp í ferðsluni. Teir nýggju fyrstuhjálpar-instruktørarnir eru Bárður Lydersen, skeiðsleiðari á Sjónám í Klaksvík; Magnus Norðberg, lærari á Tekniska skúla í Klaksvík; Róland Joensen, koyrilærari í Vági, ogBenny Ejdesgaard, koyrilærari í Havn. Útbúgvingin er góðkend av Dansk Førstehjælpsråd. Skeiðshaldarnir vóru Kjeld Klintø og Olav Øfverlind Pedersen sum báðir hava drúgvar royndir júst í tí at útbúgva fyrstuhjálpara instruktørar innan Dansk Røde Kors. Myndin vísir teir fýra nýggju instruktørarnar, saman við lærarum sínum – vinstrumegin Bárður Lydersen, Magnus Norðberg, Kjeld Klintø, Olav Øfverlind Pedersen, Róland Joensen og Benny Ejdesgaard